Ein frá líkur morgun á Sjómannadegnum
Veðrið av tí fagrasta og hópin av fólki hava leitað sær til Klaksvíkar at hugna sær á Sjómannadegnum, sum hevur so nógv ymiskt at bjóða
10.00 komu seglskipini á Klaksvík og lødu at kai, innast í krókinum við Stórukai. Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Grinkil, Norðlýsið, Thorshavn og Norðan.
Síðani var Merkið vundið á stong. Umboð fyri manning, ið høvdu longstu leið á Sjómannadag, vundu Merkið í húnar hátt, meðan tjóðsangurin varð sungin.
Síðani varð Føroya Sjómannadagur 2025 settur á stóra pallinum, og boðið varð til stóra morgunmatarborðið á bryggjuni.
Á stóra palli
10.45 bjóðaði Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, vælkomin
Eftir tað setti Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, Føroya Sjómannadag
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, læt heiðursmerki til bestu skip og bátar í Føroyum
Umboð fyri Føroya Sjómannadag lótu heiðursmerki til vinnararnar av fiskikappingini.
Vinnarin av størsta fiskinum varð kosin.
Granskarar frá Havstovuni skór størsta fiskin frá fiskikappingini upp, og greiddu í stuttum frá fiskinum.
Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða, kappingin er fyri pør.
Vinnaraparið fær gávukort frá Hilton Garden Inn á gisting tvær nætur í dupultkamari á fyri tvey persónar íroknað morgunmat. Matskrá fyri tvey í Hallartúni annað av kvøldunum.
Føroyameistarakapping – Kasta langlínu
Og so mangt annað er á skrá
Kunna teg nærri um skránna her