Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Trælanípan hevur sítt navn eftir kanska daprasta partinum av Føroya søgu. Sagt verður, at trælir vórðu stoyttir í deyðan her, tá ið teir ikki longur vóru arbeiðsførir.

Møguliga lopnar í avgrundina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.09.2025 - 14:15 Tíðindi

Gunnar R. Nattestad, ið varðar av Trælanípuni, stúrir fyri, at suðurkoreansku kvinnurnar Soo Jung Park og Soo Yeon Park hava forgjørt sær við at leypa í havið. Hann veit at siga við VP.fo, at tær komu í taxa og vóru als ikki ílatnar til at fara til gongu, men í hvítum klæðum, ið mest av øllum mintu um líkverjur.

Gunnar R. Nattestad sigur við VP, at tað er eitt kent fyribrigdi, at fólk leita sær eftir ávísum støðum í heiminum at taka seg sjálvi av døgum, og at tað er so at siga onki, sum ein kann gera fyri at forða tí. Ábendingar eru um, at tær hava bíðað í 4 tímar, inntil tað var friður í økinum.

Trælanípan, ið er í økinum, har suðurkoreansku kvinnurnar hvurvu, hevur eina dapra søgu – tað var nevniliga her, at trælir í heilt gamlari tíð vórðu stoyttir oman, tá teir ikki megnaðu at arbeiða longur.

Norðlýsið skrivaði í 2019 um ein eysturríkara, sum hvarv í Fugloy, og eisini tá var illgruni um, at hann møguliga var lopin í havið.

 

Kelda og víðari lesnaður: VP.fo

Um eysturríkaran, ið hvarv í Fugloy: Norðlýsið 24. januar 2019

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Lýsing