Kjøthandilin heldur fram í Nólsoyar Pálsgøtu
Einogtrýss einhálv! Tað verður ein kend klaksvíksrødd, sum fer at svara telefonini í Kjøthandlinum í næstum. Birna Jacobsen hevur keypt Kjøthandilin frá Óla Langgaard. Við keypinum er tryggjað, at handilin ikki steingir, nú Óli hevur valt at gevast 30. september
Herfyri frættist í Degi og Viku, at ein av kendu handlunum í Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík helst fór at lata aftur. Hóast onkur áhugi hevði verið, var útlit til, at handilin fór at steingja síðst í september.
Tá samrøðan við Óla í Degi og Viku var liðug, tók Birna eina skjóta avgerð. Hon ringdi til Óla fyri at kanna, um hon kundi taka yvir.
Eftir eina góða viku við tingingum og kanningararbeiði er endaliga avgerðin tikin, og í dag varð keypssáttmálin undirskrivaður í handlinum í Nólsoyar Pálsgøtu.
Ikki frá fremmandum
Hóast avgerðin um at keypa handilin varð tikin í eini knappari vend, so var tankin um at eiga og reka Kjøthandilin als ikki nýggjur fyri Birnu. Hon eigur nógvar tímar í handlinum frá tíðini, tá Mikkjal, pápi hennara, átti handilin. Hon var 15 ár, tá Mikkjal gavst, so tá lá ikki í kortunum, at hon skuldi taka yvir. Tá høvið nú beyðst, ivaðist hon ikki.
- Eg kundi ikki lata hendan møguleikan fara framvið. Eg havi droymt um at reka mína egnu fyritøku í nógv ár. Nú skal tað vera!
- Tað verður ordiliga sorgblítt at siga farvæl við starvsfelagar og øll onnur, sum eg havi havt samband við í mínum starvi á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Men eg fari ikki so langt, vónandi síggjast vit eisini í Nólsoyar Pálsgøtu, sigur Birna við einum skálkasmíli.
Nýtt og gott gamalt
Í sambandi við eigaraskiftið verður Kjøthandilin stongdur eitt stutt skeið. Ætlanin er at gera onkrar smávegis broytingar, mála og annað. Og so er ein konfirmatión eisini á skránni.
- Eg gleði meg til at lata upp og bjóða kundunum somu vørur og tænastu sum higartil. Við tíðini verða vónandi onnur tilboð løgd afturat.