Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Úr Gøtu til Florida – ein listadreymur gjørdist veruleiki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.10.2025 - 08:55 Mentan Myndarøð Tíðindi

Sonja er vaksin upp í Gøtu og var sum barn nógv úti í náttúruni. Har legði hon merki til litirnar á víkini, sóljurnar í bønum og blómurnar fram við ánni. Hesar eygleiðingar frá barni av vaktu hennara áhuga fyri litum, myndum og skapandi list.

 

 

Longsulin eftir lærdómi

Seinni fór Sonja á læraraskúla, har hon tók prógv innan myndlist, men hon hevði í nøkur ár droymt um at tikið eina breiðari útbúgving innan myndlist. Hon leitaði í Føroyum, men torført var at finna annað enn skeiðir av ymiskum slag - sum hon tó tók mong av og fekk nyttu burturúr. Henni longdist tó eftir einari breiðari og meiri gjøgnumførdari útbúgving. Men at taka familjuna upp við rót og fara av landinum, hevði hon lítlan hug til. Tí fór hon á netið at leita.

 

Skúlin á netinum

Á netinum vóru nógv skeið at finna. Longri og styttri skeið. Men ein dagin, eftir at hava leitað í áravís, datt hon á okkurt, ið sá meiri gjøgnumført út. Hon kannaði tað nærri og valdi at taka hendan skúlan. Talan var um 4 modulir, har øll undirvísingin gekk fyri seg umvegis eina app og samskift var við ein mentor. Hóast alt gekk fyri seg á netinum, kundi Sonja sita í Íshúsinum á Glyvrum, sum er málistova og gallarí hjá henni - tætt við heim og familju. Eftir 1,5 ár við nógvari undirvísing og nógvum uppgávum, var próvhandan. Í ár vóru um 400, ið fingu prógv. Fleiri valdu at fáa tað yvir netið. Men sjálv handanin fór fram í Milan Art Gallery í Sarasota, Florida. Sonja var ein av 73, sum fingu prógvið á staðnum.

 

Eitt petti av Føroyum lá eftir í Florida

Øll, ið fingu prógvið hendan dagin, kundu taka ein lítlan málning við, ið slapp at hanga uppi í fína gallarínum til próvhandanina. Sonja hevði ein føroyskan náttúrumálning við, og ein av høvuðslærarunum fekk so gott eyga á málninginum, at hann var verandi eftir í Amerika og kom upp at hanga í alrúminum hjá nýggja eigaranum.

 

Dreymurin verður til veruleika

Skeiðið hevur verið sera gevandi og hevur givið Sonju stóran íblástur og dirvi at halda fram við myndlistini. Íshúsið á Glyvrum - sum hevur eina ríka søgu at siga frá - verður brúkt til at liva dreymin út og arbeiða við málningalistini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Borgar­stjó­rin: Klaksvíkar kommuna er fíg…
Kom og ger blóðpylsu saman við Gutta : Æ…
Anni: - Heystglóð hevur okkurt til øll
Heystglóð: Matmarknaður, Setan og Ullasø…
Streymu­rin kom aftur kl 12.48
Streymu­rin farin í norð­urøkinum
Heystglóð: Dópsdagur Nólsoyar Poul
Íbúðarprísir­nir í Tórshavn aftur vaksand…
Ivanka Trump takkar faðir sínum fyri "vó…
María Corina Machado fær Nobel friðarhei…
Vápnahvíldin er komin í gildi
Fimm ár síðan Hiddenfjord gavst at flyta…
Vit standa saman um KÍ
Úr Gøtu til Florida – ein listadreymur g…
Hanna Helena í Tussj: - Føroyar skulu í…
Almenn móttøka í Fuglafirði: Stjóraskift…
Myndarøð: Føroyar - Montenegro 4-0
Ferðslu­kunning í sambandi við U21 landsd…
Nikotin- og tubbaks­ráð­stevna
Lýsing