
María Corina Machado fær Nobel friðarheiðurslønina fyri 2025
Venezuelanska María Corina Machado, fyrrverandi limur í tjóðartinginum í Venesuela, hevur í dag fingið Nobels friðarheiðursløn 2025
Tað boðaði Jørgen Watne Frydnes, formaður í norsku Nobelnevndini, frá í Oslo í dag.
Nevndin sigur, at Machado fær heiðurslønina “fyri sítt ótroyttiliga arbeiði at fremja fólkaræðislig rættindi og sítt dirvi til at arbeiða fyri eina friðarligari og rættvísari umlegging frá diktaturi til fólkaræði í Venesuela.”
Machado hevur í nógv ár verið ein av leiðandi røddunum í venesuelanska stjórnarandstøðuni og hevur staðið á odda í stríðnum móti kúgan og valdsmisnýtslu í landinum.
Frydnes segði, at nevndin við hesum vildi heiðra eina kvinnu, “sum heldur logan av fólkaræðinum tendraða, hóast myrkrið gerst tjúkkari í landinum.”