Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit standa saman um KÍ

SKRIVAÐ: ki.fo  |  10.10.2025 - 09:30 Ítrottur Tíðindi

Tað hevur ongantíð verið so týdningarmikið sum nú at vísa okkara kvinnum stuðul. Vit vóna at síggja nógvar kongabláar áskoðarar á Djúpumýru leygardagin


So er tað leygardagin kl. 15.00 á Djúpumýru, at okkara kvinnur leika seinasta og avgerandi dystin í ár móti NSÍ.

Okkara kvinnur hava havt eitt gott kappingarár. Liðið er samansett av ungum og royndum leikarum, sum við góðum striðsvilja og samanhaldi hava lyft liðið til har tær liggja í dag. Nú er týdningarmikil dystur fyri framman, og vit mugu tora at fara eftir sigrinum - við at trúgva, stríðast og tora.

Skal NSÍ yvirhála KÍ og vinna meistaraheitið, skulu tær vinna við minst sjey málum fleiri enn okkara kvinnur. Tað merkir, at vit kunnu vænta okkum eitt NSÍ-lið, sum frá fyrsta bríksli fer at trýsta hart og spæla álopssinnaðan fótbólt fyri at røkka hesum máli.

Vit vita, at NSÍ vil enda kappingarárið við góðum avriki – serliga nú tað eisini er greitt, at venjarin Allan Dybczak gevst eftir kappingarenda. Men okkara kvinnur hava víst styrki, samanhald og dygdir alt árið – og hava allar fortreytir at seta punktum við einum rimmar avriki á heimavølli.

Liðini hava leikt fýra dystir í ár. Okkara kvinnur hava vunnið 2 dystir, ein endaði við javnleiki og NSÍ hevur vunnið ein dyst.

Tað hevur ongantíð verið so týdningarmikið sum nú at vísa okkara kvinnum stuðul. Vit vóna at síggja nógvar bláar áskoðarar á Djúpumýru leygardagin – saman kunnu vit lyfta okkara kvinnur tað seinasta strekkið móti enn einum meistaraheiti!

KOYR Á KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Borgar­stjó­rin: Klaksvíkar kommuna er fíg…
Kom og ger blóðpylsu saman við Gutta : Æ…
Anni: - Heystglóð hevur okkurt til øll
Heystglóð: Matmarknaður, Setan og Ullasø…
Streymu­rin kom aftur kl 12.48
Streymu­rin farin í norð­urøkinum
Heystglóð: Dópsdagur Nólsoyar Poul
Íbúðarprísir­nir í Tórshavn aftur vaksand…
Ivanka Trump takkar faðir sínum fyri "vó…
María Corina Machado fær Nobel friðarhei…
Vápnahvíldin er komin í gildi
Fimm ár síðan Hiddenfjord gavst at flyta…
Vit standa saman um KÍ
Úr Gøtu til Florida – ein listadreymur g…
Hanna Helena í Tussj: - Føroyar skulu í…
Almenn móttøka í Fuglafirði: Stjóraskift…
Myndarøð: Føroyar - Montenegro 4-0
Ferðslu­kunning í sambandi við U21 landsd…
Nikotin- og tubbaks­ráð­stevna
Lýsing