
Hvanngarðurin komin heim
At leirvíkingar og Eysturkommuna fingu Hvanngarðin, Føroya elsta bát, heimaftur, er eitt bragd – og serliga nú, føroyski súðubygdi báturin er komin á UNESCO listan – hevur fingið altjóða viðurkenning
Poul í Tarti í Oyndarfirði sigst hava smíðað Hvanngarðin til syðrugøtumenn. Hetta var um 1830 – fyri sløkum tvey hundrað árum síðani.
Í Varðanum 1939 sigur Líggjas Húsgarð í Syðrugøtu m.a. soleiðis um tíggjumannafarið, sum Norsk Folkemuseum í Oslo keypti í 1938:
”Tann báturin, sum nú fer til Noregs, var farmabátur og grindabátur hjá syðrugøtumonnum. Hann stóð undir Gøtueiði, norðurvert við Skipanes við Skálafjørðin.
Navnið Hvanngarðurin man hann hava fingið, av tí at ein garður var gjørdur rundan um neystið, so stórdýr ikki skuldi koma upp á tað – tað stóð úti í haganum.
Sum farmabátur varð hann mest nýttur til Havnarferðir, ta tíð kgl. Einahandilin var í Tórshavn og seinni eisini. Sum grindbátur varð hann nýttur til grindir norðuri í Sundum. Annars varð hann nýttur til ferðabát av Skálafirði.”