Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggi fjarskiftiskaðalin er ein haldgóð loysn

SKRIVAÐ: Føroya Tele  |  11.10.2025 - 15:59 Tíðindaskriv

Nýggi fjarskiftiskaðalin millum Danmark og Grønland, har Føroyar eisini kunnu knýtast uppí, er ein tøkniliga haldgóð og trygg loysn fyri fjarskiftið í Arktisk og Norðuratlantshavi.

 

Nýggi fjarskiftiskaðalin millum Grønland og Danmark, sum er partur av seinastu verjusemjuni, ið Fólkatingið samtykti fyrr í vikuni, er ein trygg og haldgóð kaðalskipan, sum Føroyar kunnu knýtast uppí. Endamálið við nýggja kaðlinum er at skipa trygt fjarskifti í Arktisk og Norðuratlantshavi, sum lýkur øll framtíðarkrøv.

Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele, og sum eisini hevur verið stjóri í grønlendska tele- og flutningsfelagnum, Tusass, hevur – bæði í sínum starvi í Føroyum og í Grønlandi – arbeitt við tøkniligu fyrireikingunum til hesa verkætlanina.

– Okkara kanningararbeiði skuldi føra fram til eitt haldgott og væl upplýst avgerðargrundarlag. Tað er alneyðugt, at myndugleikar og politikarar verða væl upplýstir frá øllum vinklum, áðrenn avgerðirnar vera tiknar, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri.

Føroya Tele hevur verið við í fyrireikandi arbeiðinum eftir áheitan frá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, ið tók stig til ítøkiliga at kanna, hvussu Føroyar kunnu gerast partur av eini heildarloysn við sjókaðli, sum skal skipa trygt og haldgott fjarskifti í Arktisk og Norðuratlantshavi.

Kristian Reinert Davidsen fegnast um, at kanningararbeiðið nú ber ávøkst, og at londini í Arktisk og Norðuratlantshavi fáa enn ein fjarskiftiskaðal, sum er bygdur til at tryggja og nøkta framtíðartørvin á fjarskiftisøkinum.

– Góð kaðalsambond eru grundarlagið undir okkara uttanlandasambandi, og tað fer tað at verða nógv ár framyvir, hóast fylgisveinaøkið mennist skjótt, staðfestur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar vunnu í dag 24. FM heitið
Mjølnir hevði munin á ÍF í oddadystinum
Innistova og Útistova í Vági
Føroyar standa uttanfyri!
Útgávu­konsertir og bókaútgáva, Stanley S…
- Pelagos er ein dreymur
Nýggi fjarskiftiskaðalin er ein haldgóð…
Hjarta­felagi: Nevndin hevur skipað seg
Hanus G. Johansen er farin
Forkunnug myndaframsýning í Svínoy
Haldor Holm Cup í gongd
Maria Nicolajsen 100 ár
Hvanngarðu­rin komin heim
Útbyggja Baldursbrá
Í dag kunnu KÍ-kvinnur­nar vinna FM
Billardárið verður skotið ígongd hetta v…
Stuldurin -  vit mugu taka annað skinn…
Fyri hvørs søk velist hin einstaki á Før…
Myndarøð: U21 Føroyar - Frankaríki 0-6
Veðrið um vikuskiftið
Lýsing