Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Tað næstbesta árið hjá nøkrum føroyskum liði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.11.2025 - 16:31 Ítrottur Tíðindi

Tað er bara kappingarárið 2023 – eisini hjá KÍ – sum røkkur úrslitinum hjá KÍ í 2025.

KÍ vann FM, løgmanssteypið og kom tvær ferðir víðari í altjóða fótbólti. 73 stig í 27 landskappingardystum og einki tap, fýra sigrar í fimm steypadystum og bara eitt tap í seks altjóða dystum, har KÍ kom víðari tvær ferðir móti liðum frá Finnlandi og Serbia.

Hyggur ein bara eftir úrslitum, so er hetta eitt av bestu úrslitum eitt kappingarár, sum nakað lið nakrantíð hevur havt í Føroyum. Lið hava vunnið greipur fyrr, men eingin hevur megnað at komið víðari í altjóða fótbólti sama ár sum greipan er vunnin.

Eitt ár er tó kanska hægri í metum. Tað er kappingarárið 2023 hjá KÍ. Tá vann KÍ FM og kom víðari til bólkaspælið í Conference League eftir at hava sent meistararnar úr Ungarn og Svøríki út úr Champions League umframt at KÍ fekk javnleik móti Lille og vann á Ljubljana í bólkaspælinum.

2025-liðið hjá KÍ hevur tí helst havt tað næstbesta árið, sum nakað føroyskt lið nakrantíð hevur havt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað