Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrilestrar við unga ísraelska rithøvundanum Alon Penzel

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.11.2025 - 18:48 Mentan Tíðindi

“Testimonies Without Boundaries” er tann fyrsta og einasta greiða og váttaða frásøgnin um fyrstuhond vitnisburðir frá ræðuligu hendingunum, ið fóru fram tann 7. oktober 2023 í Ísrael.

 

 

Bókin lýsir í smálutum serstøku vitnisfrágreiðingarnar frá teimum, sum yvirlivdu, frá bjargingarfólki, frá hjálparfólki og frá Ísraelska Rættarlæknaliga Stovninum.

Bókin er góðkend av forseta Ísraels og verður útgivin og býtt út um allan heim av Uttanríkismálaráðnum í Ísrael. Hon er týdd til fleiri tungumál og hevur eisini verið sýnd á stórskíggjum á Times Square. Bókin hevur verið løgd fram í fleiri parlamentum kring heimin.

Høvundurin, Alon Penzel, sum sjálvur savnaði og skjalfesti frásagnirnar, er journalistur, samfelagsvirkin, sjónvarpsvertur og fyrilestrahaldari.

Penzel vann virðisløntu “Ramon-heiðurslønina” fyri framúrskarandi avrik, Alon hevur eisini lokið prógv í “Samráðingum – Negotiation “ á Harvard Universitetinum í USA.

Síðani bókin kom út, hevur Alon tosað við ymiskar samfelagsbólkar kring allan heimin. Hann hevur talað í House of Lords í bretska tinginum, eins og fyri túsundtals lurtarum á altjóða ráðstevnum í Washington DC, New York og Atlanta, har forsetin Donald Trump eisini var til staðar.

Hann hevur eisini talað fyri hundraðtals journalistum, ávirkarum, sendiharrum og lesandi á universitetum, fyri at varpa ljós á vaksandi antisemitismuna.

Hóast Alon viðger eitt viðkvæmt evni, velur hann at leggja dent á vón og styrki hjá jødiska og ísraelska fólkinum, og hann eggjar samfeløgum okkara til, at tora at tala.

Sum partur av sínum fyrilestrum deilir Alon eisini um sína persónligu ferð, sum ungur maður, ið hevur sæð og upplivað ræðuleikar, um sína sálarligu lekingartíð og teir ósøgdu, ófiltreraðu og ófatiligu vitnisfrágreiðingarnar, sum eru lýstir í bókini.

Hann greiðir frá teimum etisku avbjóðingunum, hann møtti undir skjalfestingini, og um sína áhaldandi altjóða ferð fyri at varðveita sannleikan – hóast óteljandi antisemitisk álop, sum hann hevur staðið ímóti. Bókasignering er partur av tiltakinum.

Alon Penzel verður at hoyra á hesum støðum:

  • Mikukvøldið 19. nov. kl. 19:00 í Skúlin á Giljanesi
  • Hóskvøldið 20. nov. kl. 19:00 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
  • Fríggjakvøldið 21. nov. kl. 19:30 og kl 21:00 Missiónshúsinum á Glyvrum
  • Leygardagin 22. nov. kl. 16:00 í Filadelfia við Landavegin
  • Sunnudagin 23. nov kl. 14:00 í Kelduni í Skálafirði
Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls