Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt av Melkart-skipunum hjá Murman Seafood. | Mynd: Murman Seafood.

Biðja norsku stjórnina um at endurskoða bannið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.11.2025 - 18:22 Politikkur Vinna

Russiska reiðaríið Murman Seafood heitir á norsku stjórnina um at taka bannið móti fyritøkuni upp til nýggja viðgerð. Ein av orsøkunum er, at bannið er í stríð við norsku fiskiveiðuavtaluna við Russland frá 1975, og ein onnur er, at síðani bannið eru nýggir upplýsingar komnir fram í málinum, sum benda á, at fyritøkan er ósek í ákærunum ímóti sær.

Av øðrum orsøkum verður nevnt, at avgerðin um at banna atgongd til norskar havnir og sjóøki varð tikin í skundi og helst av misgáum, sigur Murman Seafood, og víst verður á greiningar hjá m.a. trygdarserfrøðinginum Ole K. Fostad, sum áður hevur verið endurgivin her í Norðlýsinum. Hendan kanningin hevur varpað nýtt ljós á málið, men enn standa sanktiónirnar við, og tað undrar Murman Seafood.

Skrivið er orðað til norska uttanríkisráðharran Espen Barth Eide, og har vísir fyritøkan eisini á, at hon er komin við omanfyri 5 milliardum NOK, svarandi til 3,2 milliardir danskar krónur, til norska búskapin. Víðari verður sagt, at – júst sum ST eisini hevur boðað frá – at ES somuleiðis hevur staðfest, at matvørur ikki mugu verða umfataðar av sanktiónunum, og tað, at Murman Seafood nú er umfatað, var fyrstu ferð at sanktiónirnar raktu eina matvørufyritøku.

Alt skrivið frá Murman Seafood til norsku stjórnina kann lesast her:

Letter to the Minister of Foreign Affairs of Norway.pdf

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!