Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varpið fær heldur onki í 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.12.2025 - 12:22 Mentan Politikkur Tíðindi

Meðan Landskassin bæði veitir stuðulsjáttan til landsins egnu mentanarhús og til mentanarhúsini í Fuglafirði og á Tvøroyri, fær Mentanarhúsið Varpið ongan rakstrarstuðul í 2026 heldur

 

At tað er torført at fáa rakstur í mentanarhús í Føroyum er ongin loyna. Tað er at kalla ógjørligt at fáa rakstur í tey við tiltøkum, atgongumerkjasølu og privatum sponsoratum einsamøllum, og tí er vanligt, og ofta neyðugt, at almennu Føroyar spjaða til raksturin og á tann hátt gera sítt til at styrkja mentanarumhvørvini lokalt. Soleiðis fáa bæði Norðurlandahúsið í Havn og Tjóðpallur Føroya í Havn á hvørjum ári rakstrarstuðul á løgtingsfíggjarlógini.

Eisini summi mentanarhús, sum landið ikki eigur, fáa fasta játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Men meðan Mentanarhúsið í Fuglafirði og Saltsiloin á Tvøroyri fáa landskassastuðul til sín rakstur, fær Mentanarhúsið í Klaksvík, Varpið, ongan.

Varpið hevur søkt um rakstrarstuðul frá landinum, á hvørjum ári, í nógv ár nú. Men framvegis uttan at fáa nakað. Í ár skrivaðu tey í umsókn síni til Løgtingsins fíggjarnevnd, at tey við hesum vóna:

…at fáa eitt tættari samstarv við landið. Vit ynskja okkum ein almennan viðspælara sum fatar virksemið í Varpinum sum eina neyðuga mentanarpolitiska íløgu. Og vit meta tað ikki meira enn rímiligt, vísandi til hvør rakstrarstuðul annars verður veittur øðrum føroyskum mentanarhúsum, at landið vísir Varpinum hesa virðing.

Tað er annars áhugavert í hesum sambandið, at hyggja eftir hvat sitandi samgonga hevur sagt um mentanarpolitikkin hjá Landinum. Her eru nakrar endurgevingar frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi:

Mentanarhús kring landið verða stuðlað sum karmar um felagslív og livandi mentanar-virksemi á bygd og í bý.”

"Mentanarpolitikkurin skal miðvíst stuðla tí livandi felagslívinum og skapa karmar fyri at varðveita og menna siðaarvin og mentanartiltøk í gerandislívinum kring landið."

"Vit skulu hava góð og fjølbroytt mentanartilboð kring alt landið. Við hesum skapa vit: Samanhang og samleika - Menning og fjølbroytni - Eitt sterkt fólkaræði - Mentanin og listin skulu hava góðar karmar í landinum."

Eftir øllum at døma eru hesi føgru orð hjá samgonguni ikki galdandi, fyri øll øki í landinum?

Tí tað er einki at taka seg aftur í, at øll mentanarhús í landinum verða stuðlaði av landinum - øll uttan Varpið.

Man freistast næstan til at spyrja: Er trupulleikin hjá sitandi samgonga við Varpinum, at tað liggur í Norðuroyggjum?

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið