Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafólkum út fyri Turkalandi
Tað var myrkt og ófantaligt veður, tá vit sóðu ljós frá einum gummibáti. Vit fóru beinavegin at hjálpa og stríddust longi við at fáa tey umborð, sigur ein rørdur Pætur Háberg skipari við Norðlýsið
Fríggjakvøldið 28. november gjørdist ein lagnustund bæði fyri manningina umborð á norska supply skipinum Fram Prince og 41 neyðstødd flóttafólk í gummibáti í Egeara-havinum uttan fyri turkiska havnabýin Aliaga.
Pætur Háberg er skipari og ein av trimum føroyingum umborð á Fram Prince og hann greiðir soleiðis frá bragdinum, tá teir til Guðs lukku bjargaðu øllum teimum neyðstøddu flóttafólkunum.
Tað var myrkt og ófantaligt veður, tá vit sóðu ljós frá einum gummibáti við motori. Tað sum vit sóu var ljós frá fartelefonum, sum tey neyðstøddu brúktu at lýsa við. Vit fóru beinavegin at hjálpa og stríddust einar tríggjar til fýra tímar at fáa tey neyðstøddu umborð. Vit fingu 33 av teimum umborð á skipið – 10 kvinnur, 20 menn og trý børn. Vit stríddust nokkso longi at fáa tey seinastu átta umborð. Summi vóru rættuliga illa fyri. Tann eina kvinnan var komin niður á 29 gradir og fleiri onnur vóru køld og illa fyri. Onkrar av kvinnunum vóru upp á vegin, sigur Pætur.
Vit bóðu um hjálp yvir radio og Turkiska bjargingartænastan kom á staðið og tóku hini átta flóttafólkini upp – ein kvinna og sjey menn. Flóttafólkini komu úr Somalia, Senegal, Palestina, Kuwait, Sudan, Gambia, Eritrea og Afghanistan. Tey ætlaðu at flýggja úr Turkalandi og sleppa inn í Grikkaland. Tey vóru førd til Turkalands og síðani vita vit ikki meira um teirra lagnu, greiður Pætur frá.
Tað eru tríggir føroyingar við Fram Prince. Heðin á Lakjuni, Kenneth Farsted og Pætur Háberg.
Teir halda jól àvegis til Turkalands, úr Grikkalandi. Teir ynskja øllum teirra kæru heima, ætt, vinum, kenningum, eini Gleðilig jól, og eitt av Harranum signað Nýggjár, við tøkk fyri tað brátt farna. Ein serlig heilsan verður eisini send niðan á Grashjalla.
Tað var her á leiðini, at flóttafólkini vórðu bjargaði