Ein føroyingur og tveir íslendingar fremstir
Tað er trongt í oddanum í væl mannaðu talvkappingini Janus Open á Eiði, nú seks umfør eru avgreidd.
Eitt hálvt stig skilir teir fremstu tíggju telvararnar í røðini. Tvørámaðurin í Havnar Telvingarfelag, Sjúrður Thorsteinsson, er saman við tveimum íslendingum á odda, nú tvey umfør eru eftir. Sjúrður hevur vunnið á bæði Rógva Egilstoft og Martin Poulsen, og spælt javnt móti Luitjen Akselsson Apol.
Íslendsku oddafiskarnir eru Jón Kristinn Thorgeirsson og Símun Thorhalsson, sum eru ávikavist nummar 25 og 41 á íslendska styrkilistanum.
Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevur hægsta styrkitalið í kappingini, tapti fyrr í dag fyri Símuni Thorhalssyni, og er tí dragnaður eitt hálvt stig afturum oddafiskarnar.
Fimm føroyskir telvarar eru í hølunum á teimum trimum fremstu. Teir eru brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft, Eyðun Nolsøe, Carl Eli Samuelsen og Hans Kristian Simonsen.
Seinastu tvey umførini verða í morgin sunnudagin. Byrjað verður klokkan 13:30. Áttanda og seinasta umfarið byrjar klokkan 17.
Til ber at fylgja við leik fyri leik á fremstu borðunum. Leinki til kappingina sæst á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.
Oddastøðan í Janus Open II (eftir 6 umfar)
1-3. Símun Thorhalsson (2192) Ísland 5½ stig
1-3. Jón Kristinn Thorgeirsson (2270) Ísland 5½ stig
1-3. Sjúrður Thorsteinsson (2132) Føroyar 5½ stig
4-10. IM Dagur Ragnarsson (2363) Ísland 5 stig stig
4-10. IM Høgni Egilstoft Nielsen (2391) Føroyar 5 stig
4-10. Rógvi Egilstoft (2313) Føroyar 5 stig
4-10. Páll Gauti Jónsson (2133) Ísland 5 stig
4-10. Eyðun Nolsøe (2161) Føroyar 5 stig
4-10. Carl Eli N. Samuelsen (2166) 5 stig
4-10. Hans Kristian Simonsen (2121) 5 stig
Í alt 135 telvarar.
Talvsiðvenjan í Sundalagnum
Sum áður nevnt er luttøkumet sett í hesari kappingini. 135 hava telvað í gjár og í dag. Ongantíð eru so nógv komin saman at telva í Føroyum sum á Eiði hetta vikuskiftið.
Gott og væl tretivu eru úr norðurøkinum, sum Talvfelagið Rókur í Sundalagnum fevnir um. Av hesum eru fleiri mestsum nýbyrjarar.
Á Eiði hevur einki talvfelag verið í nógv ár. Men Eiðis Talvfelag, sum sovnaði fyri útivið hálvthundrað árum síðani, var elsta talvfelag í Eysturoynni. Tað var stovnað longu í 1956. Í 60-unum eru eiðismenn tríggjar ferðir við í sokallaðu Wood-kappingini, sum í 50-unum og 60-unum var tað, ið svaraði til eina landskapping í talvi fyri føroysk feløg. Eiðis Talvfelag er við í Wood-kappingini í 1964, 1966 og 1967.
Eiðis Talvfelag er eisini uppi í at stovna Talvsamband Føroya í 1970, og er millum tey seks feløgini, sum manna 1 deild – ella A-deildina, sum tað tá var rópt – tá landskappingin byrjaði veturin 1970/71.
Nógvir av telvarunum á Eiði itu Hans sum fyrra lið í tvífornavni. Hetta høvdu skemtararnir í V4 útvarpsundirhaldssendingini fingið við, tá ið teir sendu av Eiði eitt leygarkvøld tíðliga í 70-unum. Tá vóru allir tevararnir nevndir: Hans Egil, Hans Edvard, Hans Erland, Hans Jákup, Hans Julian, Hans Esbern – og kanska var onkur annar eisini.
Telvingin á Eiði fjarar burtur miðskeiðis í 70-unum. Tá kyknar upp annað felag á Oyri. Talvfelagið Rókur er stovnað í 1974. Har er beinanvegin futtur í, í 1978 verður Bergur Johannesen unglingaføroyameistari, og árið eftir skipar felagið fyri FM-einstaklingakappingini í nýggja Felagsskaúlanum á Oyrarbakka.
Og í 1979 verður talv nýggj grein hjá ítróttafelagnum Streymi í Hvalvík-Streymnesi. Har brestur av álvara fyri nev, og nógvir heilt góðir telvarar koma undan. Streymur vinnur FM í unglingadeildini longu í 1980 og aftur í 1982, og í 1986 gera teir bart í fremstu deildini og vinna føroyameistaraheitið í harðari kapping við Havnar Telvingarfelag. Á vinnandi liðnum eru Gunnar Joensen, Martin Brekká, Finnbjørn Zachariassen og Hanus Brekká. Talvfelagið Streymur er ikki virkið longur.
Í dag er øll telving í Sundalagnum savnað í felagnum Róki. Felagið telvar sínar heimadystir eftir tørni á Oyrarbakka og á Eiði, viðhvørt við Margáir í Streymnesi. Felagið er í løtuni nummar fimm í 2. deild, so enn gongur helst ein løta til vit síggja teir í 1. deild.
Áhugin tykist tó at vera stórur, í løtuni er kanska mest gongd í á Eiði, men í liðkappingini eru fleiri telvarar, sum eru úr syðra parti av Sundalagnum.
Stovningarár
Í hesum yvirliti sæst, nær talvfeløgini í Eysturoynni, og í Norðstreymoy og í Sundalagnum eru stovnað.
- Eiðis Talvfelag (1956)
- Gøtu Talvfelag (1964)
- Kollafjarðar Talvfelag (1967)
- Stranda Talvfelag (1972)
- Tofta Talvfelag (1973)
- Talvfelagið Rókur av Oyri (1974)
- Hósvíkar Talvfelag (1975)
- Talvfelagið Streymur (1979)
- Runavíkar Talvfelag (1982)