Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannessen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  11.01.2026 - 18:36 Tíðindi Veðrið

Vit kunnu býta vikuna í tvey, tá ið vit hugsa um veðrið. Fyrstu dagarnar fer eitt lágtrýst at hugna sær um okkara leiðir og eisini leggja seg beint yvir okkum. Hann fer at koma av ymsum ættum, og onkra løtu er nógvur vindur.

Í miðvikuni er lágtrýstið farið norðurum, og ein hátrýstryggur við góðveðri fer at leggja seg yvir okkara leiðir ístaðin. Lítil vindur av ymsum ættum og turt.

Dagarnar fyri vikuskiftið fer eitt nýtt lágtrýst at nærkast okkum vestaneftir. Hann fer at koma lágt, og okkurt brúgvalagið við regni fer framvið eisini.

Mánadagin:

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Út á dagin minkar hann vindin niður í lot til frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s. Seint um kvøldið veksur vindurin upp í frískan vind ella strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, og um náttina upp í strúk í vindi ella skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Alt samdøgrið skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.


Týsdagin:

Minkandi niður í lítil lot til frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið, í støðum við vátakava ella kava. Hitin 1 til 6 stig, men um náttina í støðum niður í frostmarkið.


Mikudagin:

Lítið lot til frísk lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Hitin um dagin 1 til 6 stig, út á kvøldið 4 til 8 stig.


Hósdagin:

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Sum frá líður minkandi niður í lítið lot av útsynningi og suðuri, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 4 til 8 stig.


Fríggjadagin:

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s. Út á kvøldið og náttina veksur hann vindin upp í frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val