Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit eiga at rætta teir feilir vit gera, sjálvandi

SKRIVAÐ: Jóhan Christiansen  |  12.01.2026 - 14:15 Politikkur Tíðindaskriv

Vit kunna byrja við at spyrja okkum sjálvi, er størri álit á politisku skipanina í dag, enn tað var fyri 20 árum síðani?

 

 

Ein spurningur, ið er torførur at greina við tølum, tí tey finnast ikki í Føroyum. Men eg hugsi allíkavæl, eg tori at pástanda, at álitið á politisku skipanina er væl minnið í dag, enn tað var fyrr.

Orsakirnar eru helst fleiri, men eg haldi eisini, eg tori at pástanda at broytingin frá 7 valdømum til 1 valdømi, hevur havt eina stóra ávirkan. Vit eiga at fara at eftirmeta og kjakast um tað.

Tá tann grundleggjandi broytingin bleiv samtykt, var tað gjørt í einum hasti, eru tað nógv, sum vilja vera við. Onkrir framstandandi politikkarar stóðu til at falla, og fyri at bjarga sínum egna sessi, bleiv uppskotið um at gera 1 valdømi samtykt í Løgtinginum. Hetta er tað, sum vanliga verður sagt millum mannað. Ikki serliga væl umhugsaðar grundgevingar fyri einari so stórari broyting, spyrt tú meg.

Lat okkum eftirmeta verandi støðu konstruktivt.

Eg havi nakrar ferðir roynt at reist hendan spurningin um eftirmeting, men uttan úrslit. Tað er sum at “sletta vatn á gás”. Men í “krókunum” hoyrist frá fleiri og fleiri, at broytingin í 2007 til eitt valdømi, var ein feilur. Og ein feilur eigur at vera rættaður, spyrt tú meg.

Tað eru nógvar ymiskar valskipanir til í heiminum. Tað er áhugavert, at í teimum londunum sum skorða høgt í áliti á politisku skipanina, hava øll fleiri valdømir. Og tað er enn meira áhugavert, at Føroyar eru í bólki við t.d. Montenegro, Kosovo, Bulgari, Modova v.f., tá hugsað verður um valdømir, og ikki við lond, ið vit sum oftast vilja líkjast, so sum Norra, Svøríki, Danmark, Finnland.

Tann fyrsta talvan vísir, hvussu umboðanin er í dag, í mun til gomlu sýslurnar og fólkatal. Har sæst greitt, at serliga Eysturoy er illa umboðað í mund til mandatir og fólkatali.

 

 

Næstan talvan talvan vísir, hvussu Løgtingið hevði verið mannað, um vit brúktu valskipanina, sum bleiv broytt í 2007. Tó eru 6 eykavald í hesi talvuni, fyri at koma uppá 33 tinglimir. 27 valdømisvald + 6 eykavald. Hetta vísur eisini eina áhugaverda mynd, haldi eg.

 

 

Gjørt skal vera vart við, at í gomlu skipanini so kundi man ikki velja uttanfyri sítt egna valdømi. Henda talvan tekur ikki hædd fyri tí. Her er gjørt upp eftir samlaða atkvøðutalinum ymisku tingfólkini fingu og hvar teirra bústaður var á valdegnum.

Tann seinasta talvan vísir eitt dømi, um Løgtingið bleiv mannað eftir fólkatalinum í teimum gomlu sýslunum, uttan nakra skipan við eykavaldum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing