Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  12.01.2026 - 16:06 Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Hóskvøldið eru øll vælkomin í endurnýtsluna hjá Reyða Krossi í Føroyum á Dávavirkinum.

Høvið verður at síggja og uppliva sjálvboðin arbeiða hjá Reyða krossi í Klaksvík.

Vit hava sera góðar umstøður á Dávavirkinum, verður sagt. Talan er um klæðnaskiljing, har sekkir við klæðum og øðrum koma inn einaferð um vikuna.

Tey selja góð og bílig brúkt klæði, skógvar, smálutir o.a. Eisini er eitt rúm til bøkur og eitt rúm til smálutir, koppastell, leikur, amboð, fløgur, innbúgv o.a. Eisini er eitt rúm við góðum seymimaskinum til tey kreativu.

Alt, sum kemur inn, er frá fólki, sum ynskja at stuðla Reyða krossi. Allur peningur, ið kemur inn frá sølu, ferð til hjálpararbeiði, bæði í Føroyum og uttanlands.

Málið er at fáa uppaftur fleiri fólk uppí felagskapin.

Vit síggjast á Dávavirkinum – inngongd omanfyri – hóskvøldið 15. januar 2026!

Les meira um Reyða kross í Føroyum á www.redcross.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing