Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálvstýrisfelag

SKRIVAÐ: Norðoya Sjálvstýrisfelag  |  13.01.2026 - 05:03 Politikkur Tíðindaskriv

Nevndin í økisfelagnum hjá Norðoya Sjálvstýrisfelag hevur í kvøld valt Sylviu Thomsen til forkvinnu.

 

Hini í nevndini eru: Lonnie Bengtsen, næstforkvinna, Svend Dahl, peningarøkil, Rúna Sivertsen, skrivari, og Álvur Zachariassen, nevndarlimur.

Sum forkvinna í økisnevndini og umboð hjá flokkinum í býráðnum, sigur Sylvia, at hon í arbeiðinum framyvir fer at leggja serligan dent á at arbeiða fyri fólkavøkstri í Norðoyggjum og at styrkja støðuna hjá Sjálvstýri í økinum. Víðari sigur hon:

– Tað er umráðandi, at Sjálvstýri er sjónligt og virkið í Norðoyggjum. Ikki bara í sambandi við val, men regluliga. Vit skulu vera ein flokkur, sum lurtar, er til staðar og tekur lokal mál í álvara, sigur nývalda forkvinnan.

Hon vísir á, at eitt av høvuðsmálunum verður at fáa fleiri fólk við í arbeiðið og at skapa góðar karmar fyri politiskt kjak og virksemi í økinum.

– Vit vilja skapa eitt felag, har limir og áhugað kenna seg vælkomin, og har tað er lætt at taka lut. Eitt sterkt lokalpolitiskt arbeiði byrjar við dialogi og við at vera nær teimum, sum vit arbeiða fyri, sigur hon.

Nývalda forkvinnan leggur eisini dent á samstarv, bæði innanhýsis í flokkinum og við onnur lokal feløg og aktørar.

– Norðoyggjar hava sínar serligu avbjóðingar og styrkir, og tær skulu fylla meira í politiska arbeiðinum. Tað krevur samstarv, virðing og ein virknan felagsskap, sigur hon.

Norðoya Sjálvstýrisfelag fer at arbeiða við ymiskum tiltøkum og aktivitetum, sum skulu styrkja støðuna hjá Sjálvstýri í Norðoyggjum og skapa meira lív í lokalpolitiska arbeiðið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing