Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Anthoniussen

Veðrið í viku

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.01.2026 - 20:05 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja av landsynningi alla vikuna, sum stendur fyri framman. Ikki nógvur vindur fyrra partin av vikuni – fer neyvan upp um 10 m/s – men seinna partin av vikuni eitt sindur meira vindur, upp í hvassan onkra løtu.

Eitt lágtrýstøki fer at vera beint vestan fyri Írland, og tað fer at draga lýggja luft úr Vesturevropa ímóti okkum.  

Einki brúgvalag við regni ella øðrum avfalli sæst nærkast okkara leiðum næstu 5 dagarnar, men tað fer at vera løtur við ælaveðri.

Mánadagin:

Fyrrapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Um kvøldið og náttina av ymsum ættum millum útsynning og landsynning, skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 4 til 8 stig, í hæddunum niður í 2 stig.

Týsdagin:

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður, um kvøldið og náttina okkurt ælið. Hitin millum 5 og 9 stig.

Mikudagin:

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13, seinnapartin og um kvøldið upp í hvassan vind 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig, í hæddunum niður í 3 stig.

Hósdagin:

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og bert okkurt ælið. Um kvøldið samdrigið og ælaveður. Hitin 3 til 7 stig.

Fríggjadagin:

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Um náttina frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 2 til 6 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing