Lýsing
Lýsing
Lýsing

1950 árini vóru tung hjá kommunustýrunum í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  19.01.2026 - 00:51 Politikkur Tíðindi

Hetta eru teir, sum mannaðu kommunustýrið í Klaksvík árini 1951-1954. Teir aftanfyri eru f.v.: Hans Lützen, Josias Matras, Gunnar Kallsberg og Jóhan Rasmussen. Frammanfyri f.v.: Jákup Pauli (Peile) Vágsheyg, J. Michael (Kál) Jacobsen og Óla Jákup Jacobsen. Kál var formaður í kommunustýrinum árini 1951-1953 og Josias Matras í 1954

 

 

Eg ivist ikki í, at Kál og Josias hava hildið tað verið nóg strævið at stýra kommununi hesi árini, tí í hesum valskeiðnum byrjaði læknastríðið í Klaksvík. Men tað hevur helst verið lítið aftur ímóti í 1955, tá Richard Jacobsen, kendur reiðari og skipari, og sum var yngri beiggi Kál, tók við starvinum sum formaður í kommunustýrinum. Richard var bara formaður hetta eina árið, tá læknastríðið var í hæddini, men hann var sitandi í kommunustýrinum restina av valskeiðnum 1955-1958. Tá gavst hann í kommunalpolitikki. Frá 1956 til og við 1958 røkti Pól Jakku á Dalinum starvið sum formaður í kommunustýrinum. 1950 árini vóru eisini tung fíggjarliga hjá føroyingum.

Í bók síni “Mín lívssøga til sjós”, sum Richard gav út í 1984, greiðir hann frá fleiri tilburðum undir læknastríðnum, men her skal eg bara tríva í tann eina. Tann 27. apríl í 1955 kom danski ráðharrin Viggo Kampmann til Føroya. Richard fekk boð frá landsstýrinum at taka ímóti honum, tá hann kom norður til Klaksvíkar við “Thorshavn”. Vágin í Klaksvík var tá avbyrgd við weirum, so Richard fór út á Poll við motorbáti at taka ímóti honum. Teir fóru í land á Kósini og sótu alla náttina í stovuni hjá Richard og tingaðust, men har kom onki úrslit burtur úr. Kampmann fór síðan aftur til Havnar við “Thorshavn”.

Tann 8. november í 1954 var løgtingsval, og tá var Richard eisini valdur inn á ting. Richard skrivar, at læknastríðið harðnaði sum frá leið, og tí var hetta ein hørð tíð hjá sær bæði sum tinglimur og sum formaður í kommunustýrinum. Hann skrivar eisini, at um hetta mundið vóru blaðmenn úr øllum Norðurlondum komnir til Klaksvíkar, og av tí at hann var formaður í kommunustýrinum, var tað strævið hjá sær at svara spurningunum frá øllum hesum tíðindafólkunum.

Óla Jákup Dragaberg lænti mær myndina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val