Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  23.01.2026 - 14:41 Tíðindi Veðrið

Tráa lotið eystaneftir og av landsynningi fer at vera nakrar dagar afturat. Sum nú sær út, so er tað í bæði í vikuskiftinum og væl inn í næstu viku eisini.

Luftin kemur allan vegin úr Sibiria, har eitt máttmikið hátrýst er, sum sendir ta køldu luftina m.a. hendan vegin til okkara.

Ættin skiftir eitt sindur ímillum eystan og landsynning, og tað er næstan einasta broyting sum er í veðrinum. Skýloftið fer at vera grátt alt vikuskiftið, og okkurt fer at detta niðurúr, regn ella vátakavi.   

Fara vit til veðrið í vikuskiftinum, so hevur hann ligið av landsynningi í morgun og eitt sindur eftir middag, 10 til 15 m/s, men seinnapartin fer hann upp í eystan og minkar vindin niður 8 til 13 m/s. Framvegi skýggjað við sólglottum og bert okkurt ælið. Hitin í dag millum 2 og 7 stig, men í nátt niður í frostmarkið.

Í morgin fer hann niðuraftur í landsynning, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum vátakavi. Hitin 1 til 6 stig.

Sunnudagin gongur hann upp í eystan og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Aftur skýggjað við sólglottum og ælaveðri, og í støðum vátakavi. Hitin fer at liggja millum 4 og 7 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing