Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights yvir 100 tær mest burðardyggu fyritøkurnar í heiminum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.01.2026 - 17:10 Tíðindi Vinna

Bakkafrost er fyri fyrstu ferð komið á Global 100 listan hjá Corporate Knights. Ein listi yvir heimsins mest burðardyggu fyritøkur. Á listanum er Bakkafrost nr. 83 yvir allar fyritøkur og nr. 2 í bólkinum Food and Beverage Manufacturing

 

 

Global 100 listin verður gjørdur og útgivin av greiningar- og miðlafyritøkuni Corporate Knights, og varð almannakunngjørdur á World Economic Forum fundinum í Davos mikumorgunin.

At Bakkafrost er við á 2026 Global 100 listanum endurspeglar eitt áhaldandi arbeiði í at fremja burðardygt virkemi. Burðardygdarstrategiin hjá Bakkafrost byggir á greið mál um, at øll virðisketan stendur mát við hægstu altjóða krøv um burðardygd og gjøgnumskygni.

Harafturat, at tilfeingið verður nýtt við ábyrgd, at minka um umhvørvisávirkan og skapa virði fyri áhugapartar og samfelagið.

 

Um Corporate Knights Global 100

Corporate Knights Global 100 er ein listi yvir 100 tær mest burðardyggu fyritøkurnar í heiminum. Við í metingini eru børsskrásettar fyritøkur við einum árligum umsetningini omanfyri US$1 mia. Metingin leggur dent á burðardygg lyklatøl, sum eru knýtt at vørum og virkseminum hjá fyritøkunum.

2026 Global 100 listin er at finna á heimasíðuni hjá Corporate Knights: 2026 Global 100 list

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing