Lýsing
Lýsing
Lýsing

Loysing kostar – men hvør skal gjalda?

SKRIVAÐ: Eyðdis Hartmann Niclasen  |  04.02.2026 - 19:20 Politikkur Tíðindaskriv

Politisk leiðsla má byrja við, at ein tekur ábyrgd – og ikki við at leggja byrðar á fólk, sum longu stríðast. Borgarar hava rætt til fakta og virðing, áðrenn stórar avgerðir verða tiknar.

 

At Anna Falkenberg vísir á nøkur fakta, um hvussu nógv loysingin hevði kostað, skapar øsing millum loysingarfólk. Tað er altíð sunt fyri fólkaræðið, at kjak er millum fólkið. Men tað er ørkymlandi, at eingin dugir at vísa á nakað mótsvar!

Fyrrverandi landsstýrisfólk og núverandi løgtingsfólk hava øll síni svar uppá, hvat tjóðarsemjan er. Trupulleikin er bara, at tey ikki hava sama svarið!

Onkur sigur tjóðarsemjan er loysing, meðan onnur bara svara: “Tað er ikki tað, ið tjóðarsemjan gongur út uppá!” uttan at nágreina víðari fyri, hvat ætlanin er.

 

Vit í Sambandsflokkinum verða løgd undir at koyra ræðukampanjur. Men steðgar man á, og hugsar um støðuna í heiminum og ríkisfelagsskapinum, so kemur man skjótt til ta niðurstøðuna, at tað ikki er friðartíð.

Tí halda eg, at prátið um loysing er ørkymlandi. Men uppaftur meira forvirrandi er tað, tá teir flokkar, ið eru samdir, ikki geva sama svar, um hvat teir eru samdir um!

 

Vit royna ikki at ræða fólk – men vit vilja heldur ikki billa nøkrum inn, at alt er undir kontrol, tá tað opinlýst ikki er tað!

Loysing kostar – og onkur skal gjalda.

 

Tá kenslan verður, at alt annað má víkja, tí loysingin er sett hægri enn tú og eg - so er vandi fyri,

at virðingin fyri teimum, sum skulu bera avleiðingarnar, hvørvur.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen

Tingkvinna fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…