Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ítróttafagnaður: Sámal Jákup í uppskoti til ársins venjara

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.02.2026 - 10:46 Ítrottur Tíðindi

Sámal Jákup er U14 og U16-venjari hjá Stjørnuni. Hann er millum tey tilnevndu til heiðurin “ítróttavenjarin 2025” til ítróttafagnaðin hjá ÍSF leygarkvøldi í Varpinum

 

Í innstillingini stendur:

 

Sámal Jákup Djurhuus, Stjørnan – hondbóltur

Sámal Jákup hevur í fleiri ár víst eitt serligt arbeiðslag og eina miðvísa tilgongd, sum hevur havt stóran týdning fyri menningina av Stjørnuni.

Sámal Jákup arbeiðir álítandi og miðvíst út frá strategisku leiðreglunum hjá felagnum. Hann dugir at gera strategi til praksis, og tað sæst aftur í trivnaði, menning og úrslitum hjá leikarunum.

Hann leggur stóran dent á felagsskap og trivnað, og hann arbeiðir málrættað við at skapa eitt umhvørvi, har børn, ung og vaksin trívast, og øll kenna seg vælkomin, sædd og hoyrd.

Hetta er týdningarmikið í einum felag sum okkara, har vit leggja stóran dent á góða barnamenning og sterkan felagsskap. 

Sámal Jákup er harafturat ein sera dugnaligur hondbóltsvenjari. Hann hevur eindømis førleika at laga sína venjing eftir aldri og førleikum hjá leikarunum. Hann megnar at stimbra og menna tann roynda 60 ára gamla leikaran – eins væl og ta trý ára gomlu gentuna, sum júst er byrjað.

Hetta er ein serstøk gáva, og hon hevur stóran týdning fyri menningina av víðfevnda arbeiðinum, vit gera í felagnum.

Sámal Jákup er ein venjari, sum skapar álit, tryggleika og menning – og sum gongur undan við góðum dømum. 

 

Keyp atgongumerki her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hetta sigur Odmar Færø um skaðan
Vit skulu hugsa um javnstøðu í breiðari…
Vit mugu taka handverkara­útbúgv­ingar í á…
PUTIN ella AYATOLLAH?
Ferð á grøna orkuskiftið við Fólka­flokki…
Fiski­vinnu­politikku­rin hevur kostað 100-…
Almennur politiskur fundur á Viðareiði í…
Heimsins frælsasta fólk í heimsins besta…
Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
Loynilig tjóðarsemja
Mentan­arliga hongur ikki saman
Lat okkum virðismeta okkara eldru á arbe…
Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt vi…
Sálarfrøði økið má takast hond um og rað…
14 valevni í Norð­oyggjum stilla upp – on…
Quid pro quo - Fordeiling av almennu arb…
Útbúgvingar til føroyskt vinnulív
OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn…
Stýrið botnfiski­skapi­num við kvotum
Hans Kári 50 ár