Lýsing
Lýsing
Lýsing

Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt virðismikið tilfeingi

SKRIVAÐ: Jan Vestergaard  |  18.03.2026 - 14:30 Politikkur Tíðindaskriv

Dáragerðin hjá undanfarnu samgongu, sum var at gera umstøðurnar munandi verri hjá okkara arbeiðsmegi uttanlands, skal rullast aftur, soleiðis at føroyingar eru javnstillaðir við sínar starvsfelagar.

Frágreiðingar frá 2015 vísa, at landið fekk 1,1 milliard krónur frá arbeiðsmegini uttanlands. Landskassin fekk góðar 690 milliónir, kommunurnar góðar 260 milliónir, og knappar 130 milliónir fóru í sosialu grunnarnar.

Hesi tøl eru allarhelst økt seinastu 10 árini. Tøl frá Taks vísa, at skjótt eftir lógarbroytingina hjá undanfarnu samgongu, frá 2023 til 2024, gekk skeivan veg. Vit mugu ikki undirmeta týdningin av øllum kapitalinum, sum hesi arbeiðspláss koma við inn í føroyska samfelagið, og samstundis ta serstøku vitan og royndir, hesi fólk koma heimaftur við.

Jan Vestergaard, valevni hjá Fólkaflokkinum

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimsins frælsasta fólk í heimsins besta…
Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
Loynilig tjóðarsemja
Mentan­arliga hongur ikki saman
Lat okkum virðismeta okkara eldru á arbe…
Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt vi…
Sálarfrøði økið má takast hond um og rað…
14 valevni í Norð­oyggjum stilla upp – on…
Quid pro quo - Fordeiling av almennu arb…
Útbúgvingar til føroyskt vinnulív
OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn…
Stýrið botnfiski­skapi­num við kvotum
Hans Kári 50 ár
Valprát við Sambands­flokkin
Fiski­vinnan góðar og tryggar karmar
Gadus siglir heim
Felags valkáfe í Varpinum
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Heldur EIGA enn lívslong, dýr LEIGA
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…