Lýsing
Lýsing
Lýsing

Verður fosturtøkulógin longu víðkað?

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  04.02.2026 - 11:00 Politikkur Tíðindaskriv

Uppskot er komið í Løgtingið um at fólk í aldrinum 18 til 45 ár skulu fáa tilboð um at lata seg kanna fyri arvaligar sjúkur. Endamálið er at fáa staðfest, um tey ella teirra makar eru berarar av ávísum arvaligum sjúkum.

 

 

Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at føroyingar eru lutfalsliga tætt skyldir, og tí er títtleikin av fleiri deyðiligum arvaligum sjúkum hægri í Føroyum, enn hann er uttanlands.

- So langt so gott.

Men tað sum fekk meg at stúrsa við vóru orðini: “Uppskotið hevur við sær, at fólk við úrslitinum frá berarakanningini fáa møguleika at taka MEIRA UPPLÝSTAR AVGERÐIR VIÐVÍKJANDI MØGULIGUM BARNSBURÐI.”

Tað eru bara tveir mánaðir síðani løgtingið samtykti lógina um fría fosturtøku. Hon skal, við gildi frá 1. juli 2026, geva loyvi til fosturtøku til 12. viku uttan nakra kravda grundgeving. Harafturat skal bera til at fáa fosturtøku framda eftir 12. viku undir “serligum viðurskiftum”. Eitt av hesum serligu viðurskiftunum er “ættarbregði”. Tað skal vera loyvt at taka eitt fostur eftir 12. viku hóast talan kann vera um eitt púra frískt barn, tí mett verður, at tað MØGULIGA kann hava eina álvarsliga sjúku. Í viðmerkingunum til fosturtøkulógina stendur, at tað er ikki ein treyt, at talan altíð skal vera um ein nærliggjandi vanda fyri álvarsligari sjúku.

Og longu er eitt uppskot komið í Løgtingið um, at fólk skulu kunnu lata seg kanna, fyri at fáa greiðu á, um teirra barn MØGULIGA verður sjúkt. Hetta skal geva teimum møguleika fyri “meira upplýstum avgerðum viðvíkjandi møguligum barnsburði,” sum tað eitur so fínt.  

Ikki óvæntað sigur uppskotið um berarakanning, at lógin kemur í gildi 1. juli 2026 – sama dag sum lógin um fría fostru.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Onki vatn á eystur­síðuni í Klaksvík
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið
Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskot…
Verður fosturtøku­lógin longu víðkað?
Ítróttafagnaður: Sámal Jákup í uppskoti…
Vinnulívspakkar til Ítróttafagnaðin
Atgongumerk­ini ganga undan til Norðfesti…
KÍ hevur ársaðalfund í kvøld
Ein ordans ítróttarveitsla í Varpinum le…
Tilnevn­ingar ÍtróttaELDSÁLIN 2025
Kalsoyingar stúra
Evnaríkur unglingur tekur arvin
Blákollan 25 ár
Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klak…
Hesir vóru til lands í Íslandi um ár 190…
Ræðuherferðin hjá Sambands­flokki­num í fu…
Starvs­felagið: Fimm valevni til nevndina
Torradagar: Heimurin á einum vegamóti
Tilnevn­ingar til ÍtróttaNAVNIÐ 2025
Andras Nolsøe vitjar Norðlýsið