Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimurin á einum vegamóti

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  21.02.2026 - 08:15 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Tað er í dag at áhugaverda framløgan verður í Rótini kl 15, har Samuel Rachlin hugleiðir um heimin, sum vit kenna hann, ið nú stendur miðskeiðis í eini geopolitiskari rembingartíð.

Ein uppgerð við kendar millumtjóðasáttmálar og altjóðasáttmálar, skikkir og siðir, siðvenju, mynstur, vanar og virðir.   

20. øld hava vit lagt afturum okkum, og vit eru nú í einum tiðarbili ella rúmi við eini nýggjari heimsskipan, hvørs lunnar vórðu lagdir 24. februar 2022 – dagurin, tá heimurin broyttist fyri allar tíðir.

Men Samuel Rachlin metir, at talan er um eina menning ella broyting, sum hevur verið ávegis seinastu kvartu øldina. Tað er hetta rákið, hann greinar í fyrilestri sínum.  

Mitt í krígnum siggja vit, hvussu heimssøgan leggur seg fyri okkum sum ein sjónleikur um heimin og heimsskipanina. Politikur, diplomati - samráðingarsnildi, tøkni og fíggjarviðurskifti flættast samman á ein hátt, vit ikki hava sæð áður. Hetta við avleiðingum, sum vit enn ikki duga at skyna á.

Leikararnir í leikinum kollganga hvønn annan – Ja, í størri mun enn í tí villasta fiktións filminum. Vit hava ikki verið har fyrr, og eru helst ov tætt uppá leikin ella hendingarnar, til at kunna síggja hvørja leið tað ber.

Tað eru hesi viðurskifti, Samuel Rachlin vil royna at avdúka og fáa í ljósmála tað, sum fjalir útsýnið. Talan er ikki bara eitt skifti við, so sum fyrr er slóðað, men ein byrjan uppá eitt nýtt søguligt tíðarskeið. 

Rachlin metir, at vit flyta okkum frá eini siðbundnari meiri ”friðrligari” heimsmynd til eina aðra, har kríggj nú í størri mun verður partur av gerandismyndini. 

Eftir yvirgangsálopið á USA 11. september 2001, fekk henda øldin eina skeiva byrjan: Harðrendur yvirgangur og valdsgerðir, fíggjarkreppur, alheimsfarsóttir, veðurlagsbroytingar – og nú eitt blóðugt kríggj á fimta ári í grannalagnum - í Ukrina.           

Terror, Putin, Trump, Brexit, Korona og AI eru lutir í eini nýggjari, ófriðarligari heimsskipan. Ein undarlig samanrennign av ”Fagre Nye Verden” hjá George Orwell 1984 og Aldous Huxley.

Samuel Rachlin - kendur og virdur tíðindamaðir, sjónvarpsvertur og rithøvundi

Tíðindafólk plaga at siga, at tey skriva kladduna til søguna. Samuel Rachlin, hesin kendi og virdi tíðindamaðurin og rithøvundin, bjóðar inni á skriviverkstað sín, har tann fyrsta kladdan longu liggur á borðinum – skrivað samstundis sum søgan skrivar seg sjálva beint fyri eygum okkara.

Rótin, leygardagin 21. februar 2026 – kl. 15.00

Rótin – Húsarhaldsskúlin, við Sandin 4 – Klaksvík

Saluel Rachlin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…
Valevnir og fótbóltsformenn vitja Norðlý…
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna
Halda knøini til toppdystin sunnudagin?