Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyrilesturin hjá Samuel Rachlin, sum verður í Varpinum leygardagin 21. februar kl. 15.00 á  Torradøgunum, kallar hann: Heimurin á einum vegamóti. | Mynd: musiker-boersen.dk

Samuel Rachlin á Torradøgunum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  28.01.2026 - 14:14 Mentan Myndarøð Tíðindi

Kendi danski tíðindamaðurin, sjónvarpsvertur og rithøvundin, Samuel Rachlin á Torradøgunum við fyrilestir hann kallar, Heimurin á einum vegamóti

Samuel Rachlin er føddur 12. januar 1947 í Sibiria – familjan búið upprunaliga Pokrovsk í Ukraina, sum partur av Sovjetsamveldinum, men bleiv í 1941 burturvíst í útlegd til Sibiria.

Samuel Rachlin er sonur Rachel Rachlin og Israel Rachlin, og er sum sagt føddur í Sibira, hagar familien var í útlegd i 16 år. Hann kom til Danmarkar sum tíggju ára gamal. Eldri beiggi hansara, Schneur, er pápi úvarpsværtin Dan Rachlin.

Samuel Rachlin tók studentsprógv á Gladsaxe Gymnasium í 1967. Hann er en cand.scient. frá Columbia Graduate School sum tíðindafólk. Í 1979 giftist hann við Annette fødd Laustsen. Tey hava døtrarnar, Sarah (1979) og Natalia (1985).

Han var útsendur sum tíðindamaður frá DR í Sovjetsamveldinum, haðani hann bar nógv ymisk tíðini úr hesum afturlatna heimsparti. Seinni gjørdist hann fyrsti tíðindavertur á TV 2 í 1988. Í 1990'unum arbeiddi hann fyri Heimsbankan i Washington D.C.

So var hann aftur eitt skiftið tíðindamaður á TV 2 við tilknýti til fíggjartíðindi og fíggjargreiningar. Fra 2007 til 2010 var Samuel Rachlin samskiftisstjóri í íløgubanknum, Saxo Bank.

Í 1999 gjørdi Samuel Rachlin ein sjónvarps-film um tíðina, tá ið familjan varð burturvíst í útlegd, og um hvussu tað var at vera í Sibirien ta tíðina 1941 - 1957. Hann var 10 ár, tá ið tey fluttu haðani til Danmarkar, har mamman sum var ættað úr Liverpool lutvíst eisini var uppvoksin.

Hansara royndir sum korrespondentur í Moskva og USA hava givið honum hollan kunnleika um russisk og altjóða viðurskifti, sum hann enn eisini viðmerki í miðlunum. Kríggið í Ukraina hevur sjálvandi ávirkað Samuel Rachlin nógv, sum hann eisin oftani viðmerkir.

Foreldinin skrivaðu bókina, 16 år i Sibirien í 1982. Í 1987 fekk Rachel Rachlin Modersmål-Prisen. Tey skrivaðu seinni tríggjar endurminningar: Skæbner i Sibirien (1987), Fortællinger fra vores liv (1992) og Blade fra en slægtshistorie (1998).

Samuel Rachlin hevur skrivað hópin av bókum, sum eisini eru ”online-bøkur” – eini 18 bøkur, m.a. "Folket og magten" - "Brev til mine børnebørn" - "Folket og magten" - "Bag den kolde krigs tåger" - "Håndværk og livsværk" - "Jeg, Putin" - "Mig og Stalin" - "Fra Sibirien til Rødovre" - "Min barndom i 50’erne".

Fyrilesturin hjá Samuel Rachlin, sum verður í Rótini leygardagin 21. februar kl. 15.00 á  Torradøgunum, kallar hann: Heimurin á einum vegamóti.

Hann greiðir eitt sindur frá fyrstu árunum í Sibiria og tann førning hann fekk við sær haðani, men serliga um eyst-/vestspenningin – um herferðinar hjá Putin og Trump, hvørja ávirkan tær kann hava á Europa, sum kann tykjast detta eitt sindur niður ímillum.

Tíðindaflutningurin og støðan annars broytist skjótt – dag frá degi, hvat er at frætta? Tú mást møta upp fyri at hoyra meir - Leygardagin 21. februar kl. 15.00 í Rótini, við Sandin 4.

Heimurin á einum vegamóti

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð