Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ vann 2-0 á HB

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.02.2026 - 16:50 Ítrottur Tíðindi

Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar, men tvær ferðir raktu innleggini hjá Árna Frederiksbrg væl og so endaði 2-0.

Í fyrra hálvleiki sendi Árni Frederiksberg hornaspark innfyri, sum Filip Brattbakk stýrdi í málið. Í seinna hálvleiki kom eitt mál, tá Árni Frederiksberg sendi innlegg til innskifta Dávid Reynheim, sum skallaði bóltin í málið.

Heimaáskoðararnir vóru kanska meira áhugaðir hendan dystin enn ofta fyrr seinnu árini, tí hesaferð sóust fleiri lokalir leikarar. Jákup N. Vilhelmsen spældi ein góðan dyst í miðverjuni og seinni komu John Ziska Joensen, Filip Maslyk og Ezra Loukama á vøllin uttan at tað ávirkaði dystargongdina fyri KÍ skeiva vegin. Tveir leikarar fingu tvey gul kort og harvið reytt kort. Teir vóru Hallur Hansson hjá KÍ og Dan í Soylu hjá HB. Í báðum førum sendu liðini annan leikara inn ístaðin.

KÍ byrjaði við hesum liðnum: Sebastian John – Gilli R. Sørensen, Odmar Færø, Jákup N. Vilhelmsen, Daniel Johansen – Jákup Biskopstø, Hallur Hansson – Árni Frederiksberg, Oussama Ali, Filip Brattbakk – Erlend Hustad. Í fyrra hálvleiki kom Robert Williams inn og seinni komu Deni Pavlovic, John Ziska Joensen, Dávid Reynheim, Filip Maslyk og Ezra Loukama inn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stór uppgáva á Theodoros Vardinogiannis…
- KÍ skal hava ein leikara afturat
Løtan er komin at standa upp fyri KÍ
Alivannan vaks ein triðing
So nógv kosta sendistovurnar
Seyða­hundakapping á Vatnaskørðum 
Veðrið um vikuskiftið
DNA og basupør í 8. flokki
Fráboða atkomu- og luttøkuforð­ingar hjá…
Elsebeth vitjaði Norðlýsið
Ariana: - Eg kendi onki til Føroyar
KÍ kaffi áðrenn fyrsta dyst í ár
Hilmar Jan Hansen í kirkju­kjallarinum
Ungt Virki 2026 verður í dag – Miðnám á…
Tunnilin og espresso-maskinan
Ein útbúgving á Tekniska Skúla gevur skj…
Hoydalar við Tjarnir
Valfundu­rin á Skúlatrøð byrjaður
Kvinnukvøld í Varpinum 7.mars!
Sjógló vann SkúlaFM 2026