Lýsing
Lýsing
Lýsing

Strammari útlendingalóg

SKRIVAÐ: Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins  |  09.02.2026 - 16:29 Politikkur Tíðindaskriv

Føroyar hava tørv á eini dagførdari og strammari útlendingalóg, ið samsvarar við veruleikan í dag. Tilflytingin er vaksandi og setur trýst á okkara vælferðartænastur. Tí mugu vit seta greiðar og skynsamar treytir til útlendska arbeiðsmegi og samfylgjandi familjur.

 

 

Í 2001 fingu Føroyar verandi útlendingalóg, sum er donsk. Seinast hon varð broytt var í 2005. Um vit sammeta við Danmark, er teirra útlendingalóg broytt fleiri ferðir um árið seinastu nógvu árini.

Síðan 2005 er okkara samfelag ótrúliga nógv broytt, ikki minst á útlendingaøkinum, og tí eigur lógin sjálvsagt at endurskoðast.

Í 2005 vóru tað 763 borgarar í Føroyum, ið ikki høvdu danskan ríkisborgaraskap, meðan talið í 2025 var 3.528 borgarar. Tað er sjón fyri søgn, at hesin bólkurin er blivin størri, og hevur føroyska samfelagið fingið nakrar royndir av hesum.

Tí er tað veruliga í tøkum tíma, at tað verða gjørdar broytingar á økinum, og eiga hesar broytingar at fevna um herðingar. Føroyar eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, og tí eigur man at hava ein skynsaman politikk á økinum.

 

Treytir til útlendska arbeiðsmegi

Vit hava síðstu árini havt stóran tørv á arbeiðsmegi á nógvum ymiskum økjum, og eru hesi fólk komin ígjøgnum bæði Fast-Track og ES-skipanina. Hendan tíðin hevur víst okkum, at tað er tørvur á at herða nøkur viðurskifti, og hava vit í Fólkaflokkinum tey seinastu tvey árini víst á serliga tvey viðurskiftir.

Fyrst er tað krav um eina reina revsiváttan. Endamálið við hesum skipanum er, at føroyska samfelagið fær skikkaða arbeiðsmegi inn í landið, ikki brotsmenn. Tí eigur krav setast fyri eina reina revsiváttan, so vit ikki fáa fólk við kriminellari fortíð inn í landið.

Síðani er tað skipanin við samfylgjandi familju. Tann, ið kemur inn uppá arbeiðsloyvi,skal fylgja nøkrum treytum, men tað eru ikki nøkur serlig krøv til ta samfylgjandi familjuna, tað vil siga maka og børn. At tað kunnu koma nógvir tilflytarar til landið uttan serligar treytir hevur sínar avbjóðingar, tí tað er við til at seta trýst á ymsar vælferðartænastur, eitt nú skúlaøkið. Tí eiga vit seta treytir til, at ein, ið kemur inn uppá arbeiðsloyvi ikki fær samfylgjandi familju við sær, í hvørtfall tey fyrstu 3 árini.

Tað er gott, at man hevur gjørt broytingar viðvíkjandi inntøkumørkum, og hevur í hyggju at gera broytingar í útlendingalógini. Hesi bæði viðurskiftini oman fyri eiga fáa høga raðfesting, tá broytingar skulu gerast.

 

Tilflyting kostar

Arbeiðsmegin, ið kemur til Føroyar, gevur okkara samfelagið nógv búskaparliga. Tey gjalda skatt her, og eru eisini ein týðandi partur av nógvum vinnugeirum. Tó er tað ein sannroynd, at tað eisini kostar, serliga tá samfylgjandi familja er við.

Tá Russland leyp á Ukraina valdi undanfarna samgonga at taka 200 ukrainskar flóttar til Føroya. Tá bleiv nógv tosað um, hvussu nógvir flóttar vit kundu taka ímóti. Tá gjørdi man metingar av, hvussu tað ávirkaði okkara vælferðartænastur í krónum og oyrum. Vit skuldu gera okkara skyldu, men vit skuldu eisini megna at lofta teimum, ið komu.

Tað sigur seg sjálvt, at tað eisini ávirkar vælferðartænastur okkara, tá samfylgjandi familja kemur, eitt nú skúlaverkið. Tí mugu vit vera til reiðar at seta krøv.

Útlendsk arbeiðsmegi hevur stóran týdning fyri okkara búskap, men vit mugu eisini minnast til, at vit eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, og tí eiga vit at seta harðari treytir í útlendingalógini, so vit fáa vart okkara vælferðartænastur og okkara mentan.

 

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram
Yvirlýsing: Minnilutin ræður?
Frederik Vad og Bjørn Brandenborg: – Vit…
Búfelagskapu­rin á Toftum tikin í nýtslu
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikk…
Deyður, deyðari ella deyðast?
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð
Nógvur útróður um vikuskifti
Bakkafrost: Framgongd í fjórða ársfjórði…
Kunning á Kambsdali mikukvøldið
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025