Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyskar sagnir á enskum ganga sum heitt breyð  

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.02.2026 - 07:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Áhugin fyri bókini við føroyskum sagnum á enskum hevur verið so stórur, at annað upplag á 2000 eintøk verður prentað í næstum.

 

Í mai mánaða í fjør bar fyri fyrstu ferð til at ogna sær savn við føroyskum sagnum á enskum, tá felagið Rami prentaði bókina: "Legends from the Faroe Islands.” Sagnasavnið við serligum denti á huldufólk, trøll og gandakallar, varð prentað í 1500 eintøkum. Men longu eitt ár seinni er um at verða tómt á goymsluni. Tí er bókin longu nú send til prentingar aftur.

- Vit eru øgiliga fegin um móttøkuna. Hóast vit høvdu roknað við, at tørvur var á bókini, er tað stuttligt, at áhugin hevur verið so mikið stórur, greiðir Jónas Tormóðarson Stórá, stjóri í fyritøkuni Rami, frá.

Hann leggur afturat, at tað hevði týdning fyri fyritøkuna at endurmiðla sagnirnar, sum útlendsk ferðafólk hava víst stóran áhuga fyri.

- Um vit ikki halda á at miðla sagnirnar, missa vit hendan tjóðardýrgripin, sigur Jónas, sum eisini vónar at bókin kann geva fólki, sum flyta til Føroya, eitt vindeyga inn í mentan okkara.

Fyritøkan hevur arbeitt við sagnum í fleiri ár, og hevur eitt nú samstarv við fleiri kommunur. Tað samstarvið fevnir um ljóðupptøkur av sagnum á enskum og føroyskum, sum kann hoyrast við at skanna QR-kodur á skeltum kring landið. Kodurnar eru prentaðar á skelti í Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu, Eysturkommunu, og Sunda kommunu, eins og samstarv nú eisini er fingið í lag við Fuglafjarðar kommunu.

Enn fáast eintøk av bókini, sum Mirjam Jørgensen, listakvinna, hevur myndprýtt og sett upp, í bókahandlunum kring landið. Og um stutta tíð verður 2. upplag av bókini klár.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Lýsing