Brekumboðið: Brekrættindasáttmálin ikki fylgdur
Í dag staðfesti Brekumboðið, at tilgongdin í sambandi við avgerðina og íverksetanina av flytingini, tá Almannaverkið flutti búfólk millum stovnar í Havn, Sandoy og Klaksvík í vetur, ikki hevur verið í samsvari við grundleggjandi krøv og skyldur um hoyring og luttøku.
Brekumboðið er ein rættiliga nýggjur almennur stovnur í Klaksvík, ið skal taka sær av rættindunum hjá teimum, ið bera brek.
Føroyar hava bundið seg at fylgja brekrættindasáttmálan hjá ST, ið sigur, at myndugleikarnir í Føroyum hava skyldu at tryggja, at fólk við breki og tey, ið umboða tey, skulu verða tiknir við sum virknir partar í tilgongdum, ið ávirka lív, tænastur og rættindi teirra. Í §4, stk. 3 stendur, at kravt verður, at fólk, ið bera brek og avvarðandi teirra – herundir feløg – verða hoyrd og tikin uppá ráð í góðari tíð og á skipaðan hátt.
Víst verður eisini til grein 19 í Brekrættindasáttmálanum, sum setur serliga høg krøv til fyrireiking, hoyringar og tilgongdir í slíkum málum.
Brekumboðið ger vart við, at rætta tilgongdin í slíkum málum ikki er ein tekniskur ella fyrisitingarligur smálutur, men ein grundleggjandi partur av rættindum hjá fólki, ið bera brek.
Øll niðurstøðan kann lesast á heimasíðuni hjá Brekumboðnum, www.brekumbod.fo.