Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tingfundurin er júst settur | Mynd: logting.fo

Tingfundurin er byrjaður - tikin upp aftur kl. 11:30

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.02.2026 - 11:05 Politikkur Tíðindi

Stórur spenningur er um tingfundin, ið júst er byrjaður, og har 3. viðgerðirnar av uppskotinum um at projektera og fyrireika Suðuroyartunnilin og uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin eru fyri.

Fyrst á skránni er tó eitt annað uppskot um eftirlønarlógina. Síðani kemur uppskotið um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum, og eftir tað uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri).

Mánadagin spældu Karlot Hergeirsson og Bjarni Kárason Petersen fríspæl og atkvøddu ímóti uppskotinum um Suðuroyartunnil, og tað hevur skapt spenning um, hvørt javnaðartingfólk fara at gera tað sama og atkvøða ímóti uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin. Tí tað var týðiligt mánadagin, at øll javnaðartingfólk í veruleikanum ikki høvdu hug til at atkvøða fyri, men bert gjørdu tað vegna avtaluna í samgonguni.

Fleiri reistu mánakvøldið spurningin um, hvørt tað var rættvíst, at bond einans vórðu løgd á javnaðartingfólk um at bera málið ígjøgnum, samstundis sum tað stóð Framsókn frítt at lata málið um Suðuroyartunnil falla – sum tað hevði gjørt, um ikki andstøðan bjargaði tí.

Av tí at Suðuroyartunnilsmálið í dag liggur fyrst, er spenningur um, hvørt teir báðir framvegis atkvøða ímóti, ella um teir hava fingið harraboð frá samgonguleiðsluni um at atkvøða fyri fyri at fáa seinna málið ígjøgnum.

Norðlýsið fylgir málinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrstu AHM'arar fingu handað prógv
Broytingar­uppskot um báðar linjufør­ingar…
Hugni aðalfund í Smæruni
Tónlista­skúlin Torramatinée í Christians…
37 tíma arbeiðsvikan: Nú skulu Javnaðarf…
Tingfundu­rin er byrjaður - tikin upp aft…
Samgonguslit: Javnaðar­flokku­rin hevði tí…
Hvar bleiv meirilutin av?
Hiddenfjord á væleydnaðari messu í Týskl…
Søluprísu­rin fyri sjógvhita lækkar við n…
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Nord Vista - nýggjasta skipi í flotanum
Pensjónistar sum søluvøra
Áheitan á tinglimir
KÍ umhugsar styrk
Prima Facie í Miðhøllini
Heiðran á Klaksvíkar Sjúkra­húsi
Bjørt broytt raðfylgjuna: Suðuroyar­tunni…
Clickhaze á G! 2026
Veðrið í Tjørnuvík