Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nord Vista - nýggjasta skipi í flotanum

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  24.02.2026 - 21:28 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í morgun kom nýggjasta skipi í føroyska skipaflotanum á Havnina. Tað er Nord Vista, sum reiðaríið Thor í Hósvík, hevur keypt úr Norra.

 

Nord Vista er bygt sum frystilínuskip í 1989. Tað er 38 metrar langt og 8,5 metrar breitt. Motorurin er ein BW/MAN. Tað var línuskip til tað fyri nøkrum árum síðani var umbygt til at fiska og hagreiða goggu.

Sjómanstrúboðarin tók ímóti, og tá hitti hann eigaran og reiðaran, Hans Andrias Kelduberg. Uppá fyrispurning um hvat skipið skal nýtast til, svaraði hann:

-Tað er ikki endaliga avgjørt enn, men onkrar ætlanin eru á skránni. Tað kann nýtast til at fiska goggur ella krabba við rúsum, og so kann tað eisini umbyggjast aftur til línuskip!

-Hvørjum standi er skipið í?

-Tað er í sera góðum standi. Alt omanfyri arbeiðsdekki er nýtt. Stýrhúsið, kømrini hjá yvirmonnunum og messan eru nýggj. Alt yvirdekkið, arbeiðsdekkið, øll verksmiðjan og lastirnar eru gjørdar av nýggjum. Nýggir ljósmotorar og nærum alt mekaniskt er nýtt, so tað er nærum bara høvuðsmotorurin, skrokkurin og nøkur kømur, sum eru gomul.

Fyri fýra árum síðani fekk tað eina stóra og umfevnandi umbygging í Skagen, sum kostaði útvið fimti mill. krónur. Verksmiðjan er øll nýggj og er soleiðis innrætta, at móttøkan og fyrsta skiljingin er á yvirdekkinum. So verður skelin kóka og hagreidd á millumdekkinum og fryst. Síðani fer hon niður í frystilastina, har hon verður pakka, sigur Hans Andrias.

-Hvar hevur skipið fiskað?

-Ætlanin var at fiska goggu í bretskum og hollandskum sjógvi, men eigararnir fingu trupulleikar við loyvum. So hevur tað verið móðurskip hjá smærri bátum í Norra, sum fiskaðu goggur. Har bleiv eisini trupulleiki við loyvum, so skipið var lagt síðst í 2024, og hevur ligið síðani, sigur hann.

-Hvat skal henda við skipinum nú?

-Skipið er skrásett í Føroyum. Tí skal tað klassast og øll papír fáast uppá pláss. Tá tað er gjørt, fáa vit at síggja hvat hendir við skipinum, sigur Hans Andrias.

Hann vil ikki upplýsa prísin, men segði skemtandi, at hann “mátti niður í djúpara lumman!”

Við sínum 11 fiskiskipum og 6 frálandaskipum, er Thor eitt av størstu reiðaríum í Føroyum.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir Thor tillukku, góða eydnu og Guds signing við Nord Vista.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…
SKA- Emmaus 90 ár
Jógvan framførir í Testovuni hjá Marin M…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Lyon Hansen á Country Festivalinum
Tiltøk í vikuni
Framsýning í Skúlanum á Fossánesi
Jóannes Bjartalíð hevur flest málstig í…
Hagstovan: 13,9 milliardir útgoldnar í l…