Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ov langar bíðitíðir skaða bústaðarmarknaðin

SKRIVAÐ: Hermann R. Samuelsen  |  10.03.2026 - 09:49 Politikkur Tíðindaskriv

Bústaðarneyðin í Føroyum verður ofta løgd út á kommunurnar. Kommunurnar mugu taka størri ábyrgd av at útstykkja og útvega meira byggilendi og samráðast betur við privatar um at lata bústaðir byggja. Men veruleikin er, at nógv byggimál steðga upp í almennu skipanini hjá landinum

 

 

Sum býráðslimur í Klaksvíkar kommunu og næstformaður í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini havi eg fingið gott innlit í hetta økið. Trupulleikin liggur framvegis í óendaliga longum bíðitíðum frá almennari síðu. Serliga er tað á Umhvørvisstovuni, at byggimál steðga upp.

Eg veit um dømi, har góðkenningar av nýggjum byggisamtyktum hava tikið tvey ár. Hetta er ein beinleiðis forðing fyri at útvega fleiri bústaðir og hevur stóran leiklut í, at útboðið av bústøðum er nógv lægri enn eftirspurningurin. Byggimálsviðgerðir taka alt ov langa tíð, og hetta má broytast.

Ein greið loysn er at uppraðfesta økið og seta fleiri byggimálsviðgerðar í starv. Tá kunnu fleiri byggimál verða viðgjørd samstundis, og bíðitíðin fer at styttast munandi. Skal bústaðarneyðin loysast, krevst at málsviðgerðin fylgir við tørvinum.

Tí mugu vit eisini tora at gera upp við ov seinar og tungar almennar skipanir. Støðan í dag er ótolandi og má broytast!

Góði veljari – vel ein Hermann.

X við B

Hermann R. Samuelsen
Valevni fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oljukreppa og vit eru ikki klár
Eg havi tikið avgerð
Hámarkið í barsils­skipan­ini skal hækkast…
Svenskur verjukendur leikari til miðvøll…
Robert Williams undir skurð
Ov langar bíðitíðir skaða bústaðarmarkna…
Norðoya Fólkafloks­felag hevur aðalfund h…
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Føsta í Sandavágs kirkju
Norðlýsið í RÚV
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Tjóðveldi fyri seinastu ferð
Jannie er viljasterk, handlikraftig og r…
Tað skal verða lættari hjá borgarum við…
Afturbering av MVG (25%) til okkara ungd…
Bíðitíðin til útgreining skal styttast
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026