Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sigfríður Venned hevur starvast á Føroya Bjór, síðani hann var 21 ár - nú í 40 ár. | Mynd: Dávur Winther

Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára starvsdag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther  |  11.06.2026 - 16:41 Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi Vinna

Takk fyri títt arbeiði, íkast og trúfesti, segði Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari á Føroya Bjór millum annað í røðu sínari, tá skipað var fyri móttøku í samband við at Sigfríður hevur arbeitt á Føroya Bjór í samfull 40 ár

 

Føroya Bjór skipaði fyri móttøku í samband við at Sigfríður Venned hevði 40 ára starvsdag á Føroya Bjór.

Familja, starvsfelagar, vinir og kenningar heiðraðu Sigfríði.

Føroya Bjór bjóðaði frálíkan miðmála við góðum at drekka afturvið. 

Annika Waag helt røðu, sum vit prenta niðanfyri:

 

Tillukku við 40 ára starvsdegnum

- Takk fyri títt arbeiðið, títt íkast og títt trúðfesti á Føroya Bjór øll hesi árini.

- Tú hevur arbeitt her síðani tú vart 21 ára gamal - tað eru nøkur ár og nakrir dropar síðani..

- Tú hevur starvast saman við góðum fólki sum Erik Mørkøre, Ólavur Thomsen, Jógvan Jacobsen, Magnus Kjeldnes, Hannis Niclasen, Volla, Ólavur Klakk ja øllum 66 liðnum.. ja fleiri sum ikki eru nevnd, men ongin gloymdir.

- Fyrst arbeiddi tú í avgreiðsluni/sølubúðini, síðani í fleiri ár í bryggjhúsinum og seinastu 10 árini hevur tú staðið á odda fyri Einar´s Distillery, har nakrir dropar eru komnir ígjøgnum og eisini nógv góð skotsmál og viðurkenningar.

- Tað hevur sera stóran týdning fyri eina fyritøku at hava stabila arbeiðskraft – bæði fyrr sum nú.

- Tú hevur um nakar staðið á odda fyri tí!.

- Tú hevur verið stabilur, siðiliður, álítandi og ábyrgdarfullur. Við tolni hevur tú eisini lært og vegleitt nógvum starvsfeløgum øll árini.

- Tú leggur stóran dent á góðsku - tað er gott skil á tí tú gert, tú sigur frá í góðari tí um nakað manglar ella nakað er, ið skal justerast og ja tú leggur ein stoltleika í, at góðskan er í ordan.

 - Eisini hevur tú eina serstaka góða nøs og sensoriskt - dugir tú sum fáur at smakka og lukta, sjálvt um tú nokk ikki ert tann, drekkur tað stóra til dagligt.

- Petrina,  tú ert ikki gloymd – tú stendur sterk sum ein bakkur aftanfyri – takk eisini fyri títt tol, allar teir longu dagarnar.

- Tillukku og takk og vit vóna, at tú verður nógv ár afturat. 

- Haldi at vit fara at fáa okkum í glasi og siga - Tillukku og takk fyri tey 40 árini og Skál!

Lýsing
Seinastu tíðindini
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…