At gjalda tíggjund gongur heilt aftur til Bábylon, har patriarkurin Ábraham eisini lat tíggjund. Í Mósebók lesa vit, at tað var álagt ísraelsmonnum at lata tíggjund av fruktum landsins. Í kristna samfelagnum helt tíggjundin áfram. Hjá okkum var tíggjundin avtikin í 1918, um eg minnist rætt.
Tíggjundin var ein skattur, sum upprunaliga fór í tríggjar partar: ein til at byggja kirkjur fyri, ein til at løna prestunum og ein til biskuparnar. Tað gjørdi, at kirkjan í katólsku tíðini gjørdist ógvuliga rík.
Við trúbótini broyttist býtið nakað, og onkur slapp tá eisini frá at lata tíggjund. Hvør halda tit? Tann meinigi, fátæki maðurin? Nei. Tað var aðalin, sum slapp frá. Teir, sum høvdu ríkiligt frammanundan. Sigið so ikki, at søgan ikki endurtekur seg, um vit hugsa um, hvør hevur fingið skattalætta á okkara døgum. Tað vísir seg at vera sera torført at sleppa tí vanliga fólkinum undan at gjalda.
Tilfeingið í sjónum eiga vit øll. Tað stendur eisini í lógini. Tí er tað ógvuliga rímiligt og rættvíst, at ein hóskandi partur av virðinum av tilfeingi okkara verður tikin av og javnaður út til fólkið alt, so øll fáa lut í tí.
Tilfeingisgjaldið hevur langar søguligar røtur og er ein partur av okkara kristna siðaarvi. Men í okkara modernaða samfelagi er munurin er tann, at nú vilja vit hava eitt rættvísari býti av tí. Verður tilfeingisgjaldið tikið av í fyrsta liðinum, fer minni til fyrisiting og meira verður eftir at lata fólkinum til vælferð okkara, so annar skattur og onnur avgjøld koma at verða minni.
Tað ræður um at hava eitt einfalt og rættvíst samfelag.
Jóan Pauli Joensen
Javnaðarflokkurin. Listi C.




