Beint áðrenn eg fór avstað síðsta túr, sá eg at byrja var at grava niðanvert, heimalaga á Garðavegnum.
Hugsaði við mær sjálvum at tað var uppá tíðina at býráðið fór undir at gera hetta vegastrekki, sum hevur ligið púra óviðgjørt síðani tidernes morgen. Hetta hevur havt stóran ampa við sær, av tí at vegurin er so smalur at tveir bilar ikki kunnu møtast á hesum nógv traffikeraða vegi. At einki stórvegis óhap ella mannskaði hava verið, er eitt stórt undir fyri meg.
So gleddist eg eisini um, at nú fóru teir á býráðnum at gera hetta til eitt grønt øki. Eg havi altíð hoyrt at har fekk eingin byggiloyvi. Sjálvt um nógvir hava átt hetta stykkið hevur tað enn ikki lukkast at gjørt eitt hús eftir teirra vild (Býráðsins).
Men meðan eg var burtur hoyrdi eg at nú var byggiloyvi givið til eini stór tvíhús, og má eg siga at eg fekk sjokk.
Tá í eg eri heima koyri eg næstan hvønn dag eftir Garðavegnum og havi glett meg yvir hetta øki, tí tá í man kemur koyrandi norðureftir Heygavegnum og kemur á Garðavegin er útsýni so flott úteftir, hóast tú ert í tættbygdum øki.
Kemur tú koyrandi heimeftir Garðavegnum og kemur undan Sjómansskúlanum hevur tú eisini tað vakrasta útsýni suðureftir. Og tá man hugsar um, at seta eitt dupulthús nettup á hetta stykkið, kunnu teir í býráðnum ikki hava hugsa seg nóg væl um. Teir kundu havt ongna sær hesi bæði stykkini og fingið tað til grønt øki, og máttu tí gjørt alt tað teir kundu fyri at friða tað.
Hetta er tað einasta stykkið, ið er eftir av Myrkjanoyrabønum, og hugsa sær til hvussu nógv fótasporð Nólsoyar Páll eigur her og síðani allir hansara eftirkomara. Hevði tað ikki eisini verið eina æra at minst til teir.
Heimafturkomin henda túrin, hoyrdi eg at arbeiðið var steðga av Innlendismálaráðnum, av skeivleikum eftir byggisamtyktini.
Tí heiti eg á borgarstjóran og allar býráðslimirnar um at hugsa seg væl um. Latið ikki hús verða bygt á hetta øki, men varveiti tað og prýði um tað. Tað fara bæði íbúgvarnir í Klaksvík og aðrastaðni frá at minnast og rósa tykkum fyri í allar tíðir.
Sjómaður




