Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til Danmarkar á venjingarlegu

John William Joensen

Sum ein liður í fyrireikingunum til komandi kappingarár fara kvinnurnar hjá Stjørnuni til Danmarkar á vejingarlegu um vikuskiftið

Tað styttist til hondbóltskappingin byrjar. Fyrstu dystirnir verða 27. september. Tá skal Stjørnan á heimavølli leika móti upplytarunum úr VÍF.

Kvinnurnar hjá Stjørnuni byrjaðu at venja 1. august. Uppmøtingin hevur verið góð, og venjingarnar hava gingið væl.

Sum ein liður í fyrireikingunum til komandi kapping fara stjørnukvinnurnar um vikuskiftið til Danmarkar á venjingarlegu. Leiðin gongur til Billum, sum er eitt pláss nakað uttanfyri Esbjerg, har tær skulu venja og leika fleiri veningardystir móti donskum liðum.

Fyri at útvega pening til danmarkartúrin fara kvinnurnar komandi dagarnar at selja lutaseðlar. Vinningarnir eru nógvir og góðir, nevnast kann fartelda, fartelefon, musikanlegg, atgongumerki til Summarfestivalin 2010, gávukort frá Hereford og Magn, føroyskt og ísl. krov, flak o.a.