15 fólk, sum eru uppvand í Full Power í Klaksvík, fara nútil Danmarkar 28. Mars, at royna seg í DM í Kettle Bel í Næstved.
Svein Rógvi Ljósstein, leiðari á túrinum, og eigari av FullPower í Klaksvík, sigur, at hetta verður ein spennandi og lærurík ferð fyriluttakararnar.
Kettle Bel er í veruleikanum ein vekt, ið skal lyftast uppum høvd á ein serstakan hátt, og í stuttum gongur kappingin út uppá, at veraskjótastur at fáa vektina upp um høvd oftast í 10 minuttir. Í veruleikanum erhetta ein styrkiskapping.
Vit vita so mikið um støði í Danmark, at vit hava vónir umat onkur av okkara fer at geva dønum harða kapping og kanska vinna.
Tað er bara í Norðoyggjum at Kettle Bell verður íðkað íFøroyum.
Ætlan okkara er eisini at fara at kappast umheimsmeistaraheitið í Detroit í USA í oktober í ár.
Í september fara vit at fyriskipa eina internationala KettleBell kapping í Klaksvík, og tá vóna vit at fáa vitjan av um 100 fólkumuttanífra at kappast við, sigur Svein Rógvi Ljósstein.
Tey 15 fólkini, ið fara til Danmarkar eru úr Klaksvík, avViðareiði og ein úr Fuglafirði.




