Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til fiskiskap í komandi viku

Helgi Abrahamsen

“Vit vóna at sleppa til fiskiskap í komandi viku.” Tað sigur Elmar Petersen, sum er annar av eigarunum av trolbátinum Karen (fyrrverandi Dýrindal).

Fríggjakvøldið 5. august kom Karen á Hvalvík, har báturin nú verður gjørdur klárur til fiskiskap.

Tað eru Elmar Petersen og Sigurð Uni Simonsen, sum hava keypt bátin, sum hevur verið heimahoyrandi í Vági. Báturin hevur ikki verið í vinnu í tvey ár.

Karen er ein av teimum sonevndu “landleiðartrolarunum” sum kunnu fiskað á landleiðini um summarið. Báturin er bygdur í Íslandi í 2002, er 19.35. metrar langur og 5 metrar breiður. Motorurin er ein 431 hk. Mitsubishi. Báturin er í góðum standi og harafturat eru nøkur klassakrøv gjørd í sambandi við keypið.

“Báturin hevur 100 fiskidagar. Meginparturin av teimum fara vanliga til fiskiskapin á landleiðini, sum er um summarið. Vit vóna eisini at kunna fiskað havtasku um veturin á ytru leið. Tá telja tríggir dagar sum ein,” sigur Elmar Petersen, sum sjálvur verður skipari.

Hann nevnir eisini, at trolbátarnir eiga 1.300 tons av makreli, sum væntandi verða býtt út á bátarnar.

“Vit fingu bátin lagaliga og hava fingið góða fígging, so vit hava gott mót. Fiskað vit fyri 4,5 mill. krónur, ja, so klára vit at svara hvørjum sítt. Fiskiskapurin á landleiðuni í summar hevur verið tann besti í fleiri ár, so tað er hugaligt,” sigur Elmar.

Við Karen vera 4 mans og teir fara væntandi at avreiða í Leirvík.

(kelda: Føroyska Sjómansmissiónin)