Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til gongu úr Leirvík til Havnar

John William Joensen

Maria, Henriette, Agnas, Olina, og Hannemalla fóru av Klaksvík leygarmorgunin kl. 7:15 og gingu so allan vegin til Havnar upp á 14 tímar

Maria Mørkøre sigur við Norðlýsið hon og Henrietta ofta høvdu tosað um at gjørt ein slíka túr, og tá eisini aðrar høvdu hug at royna avgjørdu vit at fara.
Við á túrinum vóru: Maria Mørkøre, Henriette Melchirosen, Agnas Absalonsen, Hannemalla Mørkøre og Olina úr Hvalvík.

Høvdu fyrireika seg væl
Maria greiður frá at tær høvdu fyrireika seg væl til túrin.
– Hervør Joensen fylgdi okkum við bili soleiðis at vit sloppu frá at hava naka viðføri uppi á okkum.
– Ì bilinum hevði hon madrassur,  mat og skógvar at skifta við, so vit vóru rættuliga væl fyrireikaði til túrin.
– Vit fylgdu landsvegnum allan vegin, men eg trúgvi ikki at vit fara at ganga so langt aftur eftir asvalti.
– Tað er sera ringt fyri kroppin at ganga so langt á asvalti og tí vanti eg at vit næstuferð fara at gera gongutúrar burtur frá alfaravegi.

Gekk sera væl
Annars letur Maria sera væl at túrinum.
– Sum sagt vóru vit als ikki móðar, men tó skal sigast at tá vit koma til Kollafjørð byrjaðu vit at merkja gongdina í fótunum.
– Hóast tað var leygardagur so var rættuliga nógv ferðsla, men hetta var tó ikki til ampa fyri okkum.
– Komnar til Havnar, segði onkur seg gott kunna gingið til Suðroyar.
Maria Mørkøre sigur at hon kundi hugsað sær at hetta við gongutúrinum var eitt afturvendandi tiltak, men at tey kanska skuldi roynt at fara ein túr út í hagan, tí sum sagt so er tað ikki so gott fyri beinini at ganga asvalti.

Harleyfacadeacryl