Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til gullbrúðarparið Hergerð og Jákup

Gullbrúdleyp

16. januar í 1965 giftust foreldur okkara, Hergerð Sofía Rasmussen og Jákup Fríin Ziskason, hon er dóttir Lenu og Palla Rasmussen (Palli hjá Mariannu, nevndur) og hann, sonur Jóhonnu og Peter Ziska Jacobsen (Ziska á Fløttinum, nevndur).

Mamma traðkaði barnaskógvar sínar á Selheyggi, har hon vaks upp í tryggum umhvørvi. Í skúlanum gekst henni væl, og hevur hon handilsliga útbúgving.

Pápi somuleiðis hevur eisini havt tryggan uppvøkstur, og til at útbúgva seg víðari fór hann til Danmarkar at læra kokkahandverkið.

Mamma og pápi okkara hava givið okkum ótrúliga nógv í uppvøkstri okkara. Okkum hevur verið givið gott í beinið.

Vit búleikaðust sum familja í bygninginum, har Føroya Bjór ídag hevur høvuðsskrivstovu. Mammubeiggi við sínari familju á ovastu hædd, vit í miðhæddini og so handilin, og skulu vit siga ”matvøruvirkið” í niðastu hædd.

Har sluppu vit, so títt og knapt vit dugdu at halda í, at hjálpa til í handli og øðrum fyritakssemi, tey høvdu fyri. Umframt at mamma og pápi vóru sera aktiv innan vinnulívið, so hava tey altíð verið og eru framvegis sera sosial. Nógv eru tey, ið hava sitið væl inni hjá mammu og pápa.

Nú árini eru komin, halda tit framvegis saman um familjuna. Tað er neyvan dagur, at ommu- og abbabørnini ikki vitja, og onki er tykkum óført, tá ið vit hava tørv á tykkara hjálp, verið tað seg so ella so.

Vit systkinini, við familjum, fara við hesum at takka tykkum báðum so hjartaliga fyri alt tað, tit hava verið fyri okkum øll hesi ár.

Hjartaliga tillukku á gullbrúðardegi tykkara, og Harrans signing í framtíðini


Heilsan

Palli, Hanna, Lena og Fríðin