Í mogrun bjóðaði Norðoya Bátafelag til kaffi, rundstykkir og prát í hølum teirra á Faktorsvegi 6 – Gamla Roykivirkið.
Har møtast tey oftani til prát og sjavsspæl, sum er fastur táttur hvørja viku.
Eisini riggaðu teir til inni í stóra hølinum, sum er pussað upp. Veggirnir er málaðir, nýggjar ljóðgardinur og rund borð við dukum. Eisini er tann eini endaveggurin málaður sum ein dekoratiónsveggur.
Anskar Hansen hevur málað og inn í málningin hevur Livar málað Christian í Grótinum og Norðborg og eisini fuglar. Motivið er av Norðhavinum – frá Viðareiði og vesturyvir, ógvuliga flott og snotiligt, sum sjálvandi pýðir og hugnar um.
Sum sagt verður eitt spennandi átak seinnapartin kl. 14 við hesi skrá:
Noel Joensen framførir við guitara og sangi
Poul Havn handar Norðoya Bátafelag radio frá sluppini, Carlton, eins og sendara frá øðrum skipum.
Poul Havn greiðir frá og framførur okkurt lag á munnharpu.
Anskar Hansen fjarritari á Skálaberg greiður frá um samskiftið millum skip og heimini – fyrr og nú.
Sigmar Høgnesen sigur frá onkrum stuttligum samtalum, sum hoyrdist fyrr í tíðini.
Kaffi og køka at fáa, ókeypis.



































