Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til tey ið stýra Klaksvíkar Kommunu!

Ein borgari sum sær at tað loysir seg at skriva

Ein ótryggur borgari spurdi Klaksvíkar Kommunu tveir spurningar í brævi tann 15. apríl ( sí bræv her: http://nordlysid.fo/til+tey+id+styra+klaksvikar+kommunu.html ), men eingin ønti aftur. Størsta forakt, tú vísir einum menniskja, er ikki at svara.

Lukkutíð hevur Klaksvíkar Kommuna yvirtikið eldraøki í 2015. So onkur uttanífrá kundi lyfta Klaksvíkar Kommunu upp úr teirra nalvaskoðan. 14 dagar seinni síggi eg, at uppskot frá andstøðuni er einmælt samtykt, um at tey, sum eru ansett hjá Klaksvíkar Kommunu, hava møguleika at arbeiða til tey eru 70 ár. Løgi samanfall við mín fyrispurning.

Politikkarin er ikki valdur til at lívga um seg og síni, men at tæna borgarunum.

Um tú møtir onkrum sum ikki ruggar rætt, so set nakrar reglur saman til Klaksvíkar Kommunu, tí vit eiga øll Klaksvíkar Kommunu.


Ein borgari sum sær at tað loysir seg at skriva!