Eftir eitt tíðindaskriv frá Tórbirni Jacobsen, formanni í Eysturoyar Tjóðveldisfelag um dagarnar komu bæði journalistar á báðum bløðunum, politikarar úr øðrum flokkum, og fleiri limir í flokkinum hjá Tobba sjálvum ta niðurstøðu, at felagið vildi í samgongu við Fólkaflokkin eftir næsta val.

Tobbi segði einki um hetta.
Men tá eg – sum tann seinasti í einum longum hala – endurtók hetta sama, fór hann til knappaborðið og kallaði tað ”manipulatión”.
Eg skal umbera um eg havi misskilt tað, hann skrivaði. Men um eg ”manipuleraði”, so gjørdu mong onnur – eisini Tobbasa egnu partafólk – tað sama.
Hvat við EFTA?
Annars var hetta um eina komandi samgongu bara ein lítil detalja í eini grein hjá mær um møguligan føroyskan EFTA-limaskap.
Tað er ikki eitt partapolitiskt mál. Men tá nú Eysturoyar Tjóðveldisfelag sigur, at ferð skal setast á ”frælsisstríðið” eftir eitt komandi val, so er spurningurin um tilknýti Føroya til Evropa kanska meira átroðkandi har enn nakra aðrastaðni.
Tí vit kunnu ikki fara úr ríkisfelagsskapinum uttan at knýta okkum at onkrum øðrum. Ein føroyskur statur kann ikki standa einsamallur, men má vera ein samrunnin partur av einum størri, evropeiskum høpi.
Hvat skal hetta høpið vera? Í míni grein grundgav eg fyri, hví EFTA / EBS – kósin bæði er knortlut og órealistisk.
Tað hevði verið áhugavert um Tobbi kundi sagt hvat hann heldur um tann spurningin.