Vit hava fingið eitt tilboð inn og tað snýr seg um 100 búeindir, sigur Karl Johansen við Norðlýsið
Herfyri lýsti Klaksvíkar kommuna lendi Uppi á Fossum til sølu. Ætlanin er at fjølbroyttir bústaðir skulu byggjast á lendinum, sum er uml 26.000 m2 til støddar.
Freistin at lata tilboð inn var fríggjadagin 6. februar.
Vit hava fingið eitt tilboð inn og tað snýr seg um 100 búeindir, sigur Karl Johansen við Norðlýsið.
Vit fara at taka støðu til tilboðið í býráðnum og so verður meira at frætta seinni, sigur Karl við Norðlýsið.




