Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilboðini uppá handilsmiðstøðina upplatin

John William Joensen

Hósmorgunin kl. 10 vórðu tilboðini um nýggju handilsmið-støðina í Klaksvík latin upp. Helst fer handilsmiðstøðin at kosta einar 80 milliónur krónur.

Rúni Heinesen er nevndarformaður í P/F Miðbýur. Hann sigur við Norðlýsið, at partafelagið hevur biðið trý stór byggifeløg um eitt tilboð uppá hvat tað kostar at byggja handilsmiðstøðina, sum býarplánleggjararnir hjá býráðnum, KHRAS, hava teknað.
Byggifeløgini, ið eru biðin um at koma við tilboðum eru NCC, Phil & Søn og MP. Højgaard.
Rúni Heinesen sigur, at tað er rættuliga spennandi at vita, hvørji úrslit hesi trý byggifeløgini eru komin til. Tilboðini eru ikki meira bindandi enn sum so, at tey eru sokallaði "Partner Ring" tilboð, men tó fara tey at geva okkum eina ábending um kostnaðin av handilsmiðstøðini og við hesum tølum kunnu vit síðani arbeiða víðari við projektinum saman við fíggingarstovnum okkara.
Handilssentrið sum ætlanin er at byggja í Klaksvík verður umleið 5.500 fermetrar til víddar í trimum hædddum. Í niðjastu hæddini er parkeringskjallari til 149 bilar. Í stovuhæddini er pláss til tvinnar matvøruhandlar á ávikavist 900 og 700 fermetrar umframt einar 15 handlar og fyritøkur, harafturat verður roknað við 6-8 handlum á aðru hædd, umframt møguligar íbúðir.
Fyrireikararnir rokna við, at handilsmiðstøðin í Klaksvík fer at kosta umleið 80-90 milliónir og tá eru íbúðirnar ikki við í roknistykkinum.
Tað verður mett at vera rættuliga umráðandi, at handilsmiðstøðin stendur liðug tá undirsjóvartunnilin er liðugur. Um tilboðini eru nøktandi, so verður næsta stigið hjá P/F Miðbýnum at útvega sær fígging og harnæst vera realitetssamráðingar við handilsmenn um leigan av hølum, sum skilst, so er umráðandi at fáa staðfest byggikostnað og fíggingarkostnað, áðrenn fermetraleigan kann ásetast.