Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilfeingisgjald – Kommunurnar missa 20 mió. kr.

John William Joensen

Hóast Fólkaflokkurin til løgtingsvalið lovaði at kom flokkurin til valdi skuldi einki tilfeingisgjald ásetast á fiskatilfeingi, so hevur tað eydnast Sambandsflokkinum at fáa samgonguna at útskriva eina rokning til fiskivinnuna og alivinnuna sum í 2014 kann gerast 250 mió. kr..

Tilfeingisgjaldið sum ”borgarliga” samgongan hevur kravt inn frá einum lítlum skara av vinnufyritøkum sum allar hava sítt virksemið uttan fyri miðøkið var í 2013 góðar 140 mió. kr.

Av tí at tilfeingisgjaldið verður rokna av óbýttum hava manningarnar rindað góðar 35 mió. kr. úr lønarposanum sum tilfeingisgjald í 2013 og í 2014 er vandi fyri at manningar fara at rinda omanfyri 45 mió. Í tilfeingisgjaldi.

Um vit siga at tilfeingisgjaldi verður tilsamans 250 mió. frá fiskivinnu- og alivinnu.

Íroknað er 70 mió. í óvanligum yvirskotsskatti og restin er avgjøld á pelagiska fiskarríði, so verða umleið 20 milliónir sum annars høvdu enda í kommunuskassum lóggivnar í landskassan.

Meginparturin av hesum 20 mió. høvdu annars enda sum skattakrónur hjá  kommunum í norðoyggjum og eysturoy.

Onkur andstøðuflokkur hevur ró framm undir at makrelurin kundi verið seldur fyri 600 mió. kr. so høvdu manningar mist 150 mió. kr. í inntøkum og kommunurnar høvdu mist 30 mió. og kommunali parturin av partafelagsskattinum høvdu verið 24,3 mió. minni – til samans ein eykarokning til kommunurnar uppá smáar 55 mió. kr.