Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilfeingisgjald verður sett í aðrari lóg

Norðlýsið

Bjarni Hammer, framsøgumaður fyri javnaðarflokkin, segði í tinginum í morgun, at ein onnur lóg verður løgd fram, sum kemur at avgera, hvat tilfeingisgjaldið verður fyri tann partin, sum ikki verður seldur á uppboðssølu.

Hann segði, at tað lógaruppskotið bleiv lagt fram áðrenn 3. viðgerð av fiskivinnunýskipanini, tí tað hevði týdning fyri løgtingsfólk at vita. Hann legði afturat, at tilfeingisgjaldið bleiv lagt eftir, hvussu nógv meirðviðgjørdir fiskurin bleiv. Tess meirviðgjørdur fiskurin er, tess minni tilfeingisgjald.